Hørð ísraelsk álop á Gaza

Ísraelska flogvápnið leyp fleiri ferðir á mál í Gaza í morgun. Sagt verður, at flogførini søktu at Hamas-rørsluni. Nakrar fáar tímar frammanundan hevði flogvápnið søkt at húsunum hjá einum Hamas-leiðara, men hann var ikki við hús. Álopið kostaði átta øðrum lívið, og minst 12 vórðu særd, siga tíðindastovurnar.

Álopini á Hamas eru hevnd fyri, at rørslan hevur skotið minst 50 rakettir eftir málum í Ísrael. 12 fólk eru særd, og nógvir ísraelsmenn eru flýddir burtur frá Gaza-markinum.

Hamas hevur lovað at hevna ísraelsku álopini á mál í Gaza, sum verða søgd at vera tey harðastu tað seinasta árið.