Hørð spreinging í Pakistan

Minst 20 fólk doyðu, tá ein sterk bumba brast nærhendis høvuðsstøðini hjá pakistanska stjórnarherinum í morgun. Bumban brast í býnum Rawalpindi, sum er stutt frá høvuðsstaðnum Islamabad.

Pakistanska sjónvarpið hevur víst myndir, sum vísa sjúkrabilar og løgreglubilar koyra aftur og fram í gøtunum.

Tær seinastu vikurnar hava fleiri bumbuspreingingar verið í Pakistan, og umleið 250 fólk hava latið lív. Eygleiðarar halda, at bumburnar eru hevnd fyri ta stóru atsóknina hjá pakistanska herinum at støðum hjá Taliban.