Í minsta lagi eitt fólk doyði, tá ein ógvuslig meldurhvirla herjaði har eysturi í Japan í gjár. Løgreglan sigur, at ein 14 ára gamal drongur doyði, tá meldurhvirlan herjaði býin Tsukuba, sum er einar 60 kilometrar í landnyrðing úr Tokyo. Meiri enn 20 fólk fingu skaða og máttu á sjúkrahús.
Tíðindastovurnar skriva, at meldurhvirlan oyðilegði umlerið 50 hús í býnum, og at umleið 20.000 fólk mistu streymin. Meldurhvirlan herjaði eisini ein annan bý, men har gjørdi hon ikki so stóran skaða.
Japonsku myndugleikarnir siga, at meldurhvirlan hevur oyðilagt meiri enn 500 hús har eysturi í landinum.










