Ein melduródn, sum sambært veðurmonnunum kann vera tann ringasta tey seinastu fimm árini, er á veg inn ímóti avstralsku eysturstrondini. Vindferðin í ódnini ligur nú um einar 50 metrar um sekundið, men veðurmenninir siga, at ódnin fer at menna seg teir næstu 48 tímarnar.
Við teirri kós, sum hon nú hevur, fer ódnin í land millum býirnar Corktown og Bowen á eysturstrondini í statinum Queensland seinnapartin mikudagin. Veðurmenninir meta, at tá verður vindferðin upp í einar 65 metrar um sekundið, og harafturat hevur ódnin nógv regn við sær.
Queensland hevur havt stórar trupulleikar av vatnflóð, men sambært veðurmonnunum er ódnin longri norðuri.
Yasi, sum ódnin eitur, verður eftir øllum at døma tann harðasta melduródnin í Queensland síðani ódnina Larry, sum hevði stórar oyðileggingar við sær í 2006.










