Hørð leiðsla

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, skilir ikki, at Óli Heinesen fer í bløðini við tíðinaskrivi, tí partarnr hava havt ávíst samband. Talan er ikki um nýggjan trupulleika

Gunnleivur Dalsgarð, fomaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at trupulleikar hava verið á Toll- og Skatt í longri tíð og at roynt hevur verið at loyst hesar.

Hann heldur ikki vera gagnligt at fara í smálutir við, júst hvat orsøkirnar eru, men tær eru fleiri og álitisfólkini hava sæð, at alt virkar ikki , sum tað átti.

Gunnleivur sigur, at tað ikki bert er talan um stempulklokkuna, men meira um mannagongdina í málinum og øðrum málum. - Tá álitisfólkini ikki koma víðari, so gevast tey, og vena sær til felagiðog tað er tað, sum vit royna at arbeiða við, men leiðslan avvísir okkum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Hann heldur vera løgið, at tað ikki verður góðtikið, at álitisfólk venda sær til felagið, tá tey ikki koma víðari, tí hetta er í tráð við sáttmálan.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum undrast á hóttanirnar um at burturvísa starvsfólkum og sigur, at slíkt kann felagið undir ongum umstøðum góðtaka.

Hann heldur álitisfólkini gjørt sítt arbeiði til lítar.

Hann staðfestir, at søðan er rættiliga fast læst, men vísir á, at fundur hevur verið millum Starvsmannafelagið, leiðsluna á Toll- og Skatti, Lønardeildina og aðalstjóran í Fíggjarmálastýrinum. Samaband er millum ymsu partarnar og tí undrar tíðindaskrivið frá Óla Heinesen fomannin í Starvsmannafelagnum eitt sindur.

Gunleivur Dalsgarð leggur dent á, at orðini hjá felagum um bólgnaða fyrisiting eru meint sum ein heildarmeting av støðuni, tá ein tekur samanum. Hann hómar enn onga loysn, men vónar tó eina skjóta loysn.

- Felagið góðtekur iki, at leiðslan ger seg inn á álitisfólk, ið ikki hava gjørt annað, enn sítt arbeiði og hava virka í samsvari við álitisfólkalógina, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

- Tey fara inn, tá vit eru á einum støði, har vit skulu loysa nakrar trupulleikar. Álitisfólkaskipanin er lívæðrin í fakfelagnum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Spurdur, um talan er um eina leiðslu, ið hevur harða áskoðan og medferð, sigur Gunnleivur Dalsgarð, at tað tykist, sum talan er um slíka leiðslu á Toll- og Skatt.

Men hann minir á, at málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi og felagið ynskir bert, at fólkini sleppa aftur til arbeiðis, uttan mun til hvør so tekur stig til tess.