Hørð donsk mótstøða

UEFA Cup lutakastið er júst liðugt, og AaB og FCK møta ávikavist Deportivo la Coruna úr Spania og Manchester City úr Onglandi. Lutakastið til 16-parts finalurnar í UEFA Cup kappingini er júst av, og sigast má, at donsku liðini ikki vóru heppin ítróttarliga. Hinvegin sluppu tey undan keðiligu eystureuropeiskari mótstøðu. Lutakastið fór fram á tann hátt, at bólkavinnararnir møttu trí’arunum í bólkinum, meðan nummar tvey møtti nummar trý úr Champions League bólkunum.