Hørð byrjan hjá B71

Eftir at hava tapt móti meistarunum í fyrsta umfari skulu sandoyingar nú spæla heimadyst móti varameistarunum og steypavinnarunum úr EB/Streymi

B71-EB/Streymur:


Tað reið um snarið, tá B71 í fyrsta umfarinum byrjaði við truplastu møguligu uppgávuni. Á útivølli móti NSÍ.

Hesa ferð er setningurin nærum eins trupul, tá teir á heimavølli taka móti EB/Streymi, sum í fjør vann silvur í landskappingini.

B71 verður av fleiri spátt at fáa eina tilveru nær botninum, men sjálvir hava teir støðugt sagt, at málið er hægri enn so. Og við miðvikusigrinum á AB er sjálvsálitið hjá spælarunum eisini í toppi. Ikki minst hjá Rasmusi Nielsen, sum við einum reinum hattrick mest sum sópaði argjamenn burtur mikukvøldið.

Hjá EB/Streymi er setningurin eisini trý stig, um teir aftur í ár vilja hava ein leiklut heilt frammi í oddinum. Hesa ferð mugu teir tó vera Bárð Olsen fyriuttan, eftir at hann fekk reytt kort, tá EB/Streymur fyri aðru ferð innan fýra dagar vann á KÍ.