Hópurin hjá Kosovo úttikin

Nú er greitt hvørjum leikarum føroyska landsliðið skal spæla ímóti fríggjakvøldið í Frankfurt

Fríggjakvøldið skal føroyska fótbóltslandsliðið í eldin aftur. Tað skulu teir í einum venjingardysti í Frankfurt í Týsklandi, har mótstøðuliðið verður Kosovo.

 

Merkisvert er, at talan er um fyrsta altjóða skrásetta dyst hjá Kosovo nakrantíð.

 

Eitt sindur av ivamálið hevur tí verið um, hvørjar leikarar Kosovo fer at stilla við til dystin móti Føroyum, men nú er eingin ivi meir. Hópurin hjá Kosovo er nevniliga úttikin nú.

 

Hóast fleiri av nøvnunum ikki síggja serliga kend út, er talan um sterkan hóp hjá Kosovo, har flest allir leikararnir spæla á høgum støðið. Bert ein einkultur spælir í heimligu deildini í Kosovo, og er talan helst tá um eykamálverjan hjá Kosovo.

 

Restin spælir ymsastaðni runt í Europa, har teir flestu spæla í næstbestu týsku deildini, umframt í bestu deildini í Sveis.

 

Fyri føroysk fótbóltsáhugaði, kann navnið Elbasan Rashani tykjast mest kent. Hann spælir í løtuni við norska felagnum Rosenborg, men hevur áður eisini spælt við danska Brøndby IF.

 

 

Hópurin hjá Kosovo til dystin móti Føroyum er hesin:

 

Málverjar: Samir Ujkani (Genoa, Italia), Flamir Nezizi (Feronikeli, Kosovo)

 

Verjuleikarar: Loret Sadiku (Mersin, Turkaland), Avni Pepa (ÍBV, Ísland), Bajram Jashanica (Skenderbeu, Albania), Lum Rexhepi (HJK, Finnland), Fanol Perdedaj (Frankfurt, Týskland), Leart Pacarada (Sandhausen, Týskland)

 

Miðvallarar: Enis Alushi (St. Pauli, Týskland), Hekuran Kryeziu (Luzern, Sveis), Mergim Brahimi (Grasshopers, Sveis), Besar Halimi (Mainz, Týskland), Valmir Sylejmani (Hannover, Týskland), Bernard Berisha (Anzi, Russland) Elbasan Rashani (Rosenborg, Noreg), Bersan Celina (Manchester City, Ongland)

 

Álopsleikarar: Flamur Kastrati (Strømgodset, Noreg), dhe Albert Bunjaku (St Gallen, Sveis)