Hópuppsagnir hjá TG verki

Helmingurin av starvsfólkunum hjá TG Verki – 19 fólk – vórðu send til hús fríggjadagin.

 

Tað segði Høgni Lauritsen, stjóri á TG Verki, við útvarpið fyri løtu síðani.

 

Tað er í sambandi við, at TG Verk er í ferð við at rigga av á Glasi, at uppsøgnirnar koma nú, sigur Høgni Lauritsen við útvarpið.

 

Stríð er millum Landsverk og TG Verk um arbeiðið við Glasum, og ávist er, hvussu og hvør skal gera bygnignin lidnan.

 

Høgni Lauritsen segði við útvarpið, at talan er um fólk í byggileiðsluni í Marknagili og um nakrar útlendingar, sum felagði hevði sáttmálar við. Hann segði eisini, at hetta verður gjørt fyri at tillaga felagið til nýggju og broyttu umstøðurnar, nú tey rigga av á stóra arbeiðsplássinum.

 

Tað vóru 40 fólk í starvi hjá TG Verk, áðrenn uppsøgnirnar fríggjadagin