Hópuppsøgn í Danske Bank

300 starvsfólk í Danske Bank fingu í morgun at vita, at skulu ikki halda fram í bankanum. Uppsagnirnar eru liður í ætlan bankans at skarva 2.000 av starvsfólkatalinum í ár og næsta ár.

Í sama viðfangi hevur bankin gjørt av, at 131 deildir verða umskipaðar til sokallaðar kassaleysar deildir. Tað merkir, at tað ber ikki til at fara inn í hesar deildirnar eftir pengum.

Ein talsmaður fyri Danske Bank sigur, at tíðin er farin frá teimum gomlu bankadeildunum, tí støðugt fleiri viðskiftafólk greiða síni bankaørindi ígjøgnum heimabankan. Bankin sigur, at 70 prosent av teimum ørindunum, sum fólk hava biðið deildirnar avgreiða, kundu verðið avgreidd í hemabankanum.