Løgreglan í Stockholm søknast eftir fimm monnum, sum neyðtóku eina unga kvinnu í býnum Sundbyberg í nátt. Svenska útvarpið sigur, at menninir steðgaðu kvinnuni, tá hon var á veg til hús frá tokstøðini klokkan fýra í morgun. Aftan á neyðtøkuna settu menninir kvinuna frá sær á gøtuni, og tað eydnaðist henni at boða løgregluni frá, skrivar Aftonbladet.
-Løgreglan kom á staðið og koyrdi kvinnuna á sjúkrahús til kanningar. Hon er sum vera man skelkað, men eg dugi ikki at siga, um hon hevur fingið likamligar løstir, sigur Stefan Larsson hjá løgregluni í Stockholm við fjølmiðlarnar.
Enn er eingin handtikin í sambandi við hendingina, men svenska útvarpið sigur, at løgreglan hevur tryggjað sær myndir frá vakmyndatólum umframt ymisk onnur spor.










