Stjórnarherurin í Kongo hevur funnið tríggjar hópgravir har suðuri í landinum, og myndugleikarnir halda, at fleiri hundrað fólk liggja í gravunum.
Hildið verður, at talan er um flóttafólk úr Rwanda, sum vórðu myrd í einum hópdrápi tíðliga í borgarakrígnum í Kongo, sum byrjaði í 1996. Teir seinastu dagarnar hava hermenn grivið nógvar beinagrindir upp, og serfrøðingar hjá ST hava eftirlit við arbeiðinum.
Tey, sum sluppu undan hópdrápinum á lívi, hava greitt frá, at uppreistrarmenn úr Kongo beindu fyri umleið 300 flóttafólkum, og at teir fingu hjálp frá rwandiskum stjórnarhermonnum. ST heldur, at tað vóru rwandiskir stjórnarhermenn, sum framdu hópdrápið, tá Rwanda gjørdi innrás í Kongo í 1996.