Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at 34 lík eru funnin í einari grøv í Nafusa-fjøllunum har vesturi í Libya, og at talan eftir øllum at døma er um mótstøðumenn, sum viðhaldsmenn hjá Muammar Gaddafi hava beint fyri.
-Vit hava sterkar ábendingar um, at teir 34 menninir vórðu tiknir og avrættaðir í juni, áðrenn hermenninir hjá Gaddafi flýddu úr Nafusa-fjøllunum, stendur í einari frágreiðing hjá HRW.
Sambært frágreiðingini vórðu menninir bakbundnir og fingu bind fyri eyguni, áðrenn teir vórðu skotnir.