Í Meksiko hava myndugleikarnir handtikið Oscar Garcia Montoya, sum sambært ákæruvaldinum hevur ábyrgdina av í minsta lagi 600 morðum. Millum annað vil ákæruvaldið vera við, at hann hevur hálshøgt 20 fólk í høvuðsstaðnum Mexico City. Hann verður mettur av vera leiðari í tí illa gitna brotsmannaharkaliðnum Mano con Ojos, sum løgreglan setir í samband við umleið 900 morð í Mexico City og har á leiðini.
Montoya varð tikin í gjár í býarpartinum Tlalpan, sum er har suðuri í Mexico City. Sambært tíðindastovunum var hann í ferð við at geva sínum monnum boð um at beina fyri seks monnum, sum ætlaðu sær burtur úr Mano con Ojos. Ætlanin var at beina fyri teimum um vikuskiftið.
Meksikonsku myndugleikarnir hava lovað góðar tvær milliónir krónur í finningarløn, um onkur kundi koma við upplýsingum, sum kundu føra til, at Montoya bleiv tikin. Tað er ikki greitt, um nakar hevur fingið ella fær finningarlønina.