Pápi tann 17 ára gamla skúladreingin Dimitrios Pagourtzis, sum drap 10 fólk á Santa Fe High School í Texas í síðstu viku, vil vera við, at sonurin varð illa viðfarin í skúlanum. Pápin sigur við The Wall Street Journal, at happingin var orsøkin til, at sonurin fór inn á skúlan og drap 8 næmingar og 2 lærarar.
Pápin, sum flutti úr einari griskari bygd til USA, tá hann var 12 ára gamal, eigur eina skipasmiðju í Houston. Hann sigur við The Wall Street Journal, at familjan er ólukkulig um blóðuga skottilburðin, sum sonurin hevur játtað, at hann stóð aftanfyri.
– Eg havi arbeitt hart, og hetta landið er farið væl við okkum. Eg havi átt trý skip, sum eg havi selt. Men nú liggur lívið hjá okkum í skeljasori, sigur pápi tann 17 ára gamla hópdrápsmannin.
Pápin átti vápnini, sum Dimitiros hevði við sær á skúlan fríggjamorgunin. Vápnini vóru lóglig, og pápin plagdi at brúka tey, tá hann var á veiðiferð.
Pápin sigur, at sonurin hevur altíð verið friðarligur og hampiligur.
- Hann hevur ongantíð lagt seg út í stríð við nakran. Eg veit ikki, hvat hendi. Vit eru øll oyðiløgd. Tað hevði verið nógv betri, um hann hevði havt skotið meg heldur enn øll hasi børnini, segði pápin, sum vitjaði sonin í fongslinum leygardagin.
- Hann tordi ikki at hyggja í eyguni á mær. Hann er ørkymlaður og minnist ikki, hvat hendi, segði pápi unga drápsmannin við The Wall Street Journal í dag.