Í byrjanini eftir hendingina á lærda skúlanum í býnum Krech á Krim hildu russisku myndugleikarnir, at talan var um yvirgangsálop, men nú hava myndugleikarnir hug at draga í land og siga, at talan er um hópdráp.
Sambært AP verður hendingin nú kannað sum hópdráp heldur enn sum vanligt yvirgangsálop.
Nú verður eisini upplýst, at talið av deyðum, sum í fyrstuni varð hildið at vera 10 - síðan 13 - nú er komið upp á 18, og í minsta lagi 50 eru særd. Tað eru næmingar og lærarar, sum eru deyð í álopinum.
Tað vóru vápnaðir menn - ella maður - við sjálvvirkandi maskinbyrsum, sum trokaðu seg inn í skúlan, har teir eisini sprongdu eina heimagjørda bumbu í kantinuni.
Sambært AP halda russisku myndugleikarnir, at brotsmaðurin er ein 18 ára gamal næmingur, sum eftir álopið og hópdrápið eisini tók lívið av sær sjálvum.
AP endurgevur russiskar myndugleikar, sum siga, at vevkamera vísir, at næmingurin kemur til skúlan og byrjar at skjóta, og kanningar higartil vísa eisini, at øll tey deyðu, eru deyð at skotum.