Húnaklettur fylgir tíðarrákinum

Á Húnakletti hevur mangur millum ár og dag fiskað sær upp í spannina av góðum streymaseiði.

 

Í flestu bygdum munnu vera seiða-ella reyðfiskapláss, har menn og onkuntíð kvinnur plagdu at standa við vanligari bambustráðu og pilki ella agni.

 

Soleiðis er eisini í Nólsoy, har seiðaplássini eru fleiri. Undir Bátatúgvuni, har Ovi Joensen, sáli, vaks upp, er fyrsta seiðaplássið, og siðan eru fleiri norður eftir fjøruni.

 

Eitt av seiðaplássunum um hesar leiðir - tað syðsta - er Húnaklettur. Her hevur altíð verið eitt sindur keðiligt at staðið, serliga tá vátt er í veðrinum. Tá kundi kletturin gerast hálur.

 

Men, á heysti í 2014 funnu nólsoyingar upp á ráð. Teir løgdu eina "brúgv" út á Húnaklett, soleiðis at maðurin, sum her stendur við tráðuni, stendur á sløttum.

 

Enn í dag - á sumri í 2017 - liggur "brúgvin" út á Húnaklett, og her hevur mangur millum ár og dag fiskað sær upp í spannina av góðum streymaseiði.

 

Tá nólsoyingar løgdu jarnbrúgvina út á klettin, helt onkur skemtiliga fyri á Facebook, at nú er Húnaklettur vorðin "moderniseraður". 

 

Nú tað er so aktuelt at fylgja tíðarrákinum og fara frá tí siðbundna til tað meira modernaða, tolir henda myndin at vera løgd út. Einki stendur í stað, heldur ikki seiðaplássið Húnaklettur.