Tveggjamannabólkurin, Heine Kleine og Polkabjørn, hevur nøkur ár á baki. Luttøka á einum jodlarafestivali í Huttwil í Sveits á sumri í 2007 førdi til, at duo-in varð stovnað. Síðan tá hava hesir skemtararnir og tónlistamenninir verið rættiliga virknir og hava framført, bæði burturi og heima.
Teir hava eitt nú spælt fyri norska konginum og drotningini, Haraldi og Sonju, og norska uttanríkisráðharranum. Í einari NRK-dokumentarsending fyri tíð síðan gjørdust teir so víðagitnir, at teir fingu stjørnustatus í Noregi.
Harmonikujazz-úrmælingurin, Heine Bugge er sonur Beintu í Jákupsstovu og Rolf Bugge. Beinta er føroyingur og Rolf norðmaður. Tey bæði arbeiddu sum studentaskúlalærarar í áttatiárunum á Studentaskúlanum í Eysturoy, sum tá var við Gøtugjógv. So, Heini er hálvur føroyingur, og familjan vitjar regluliga í Føroyum.
Heine Bugge er uppvaksin í býnum Molde, sum liggur í fylkinum, Møre og Romsdal. Hann hevur lisið tað, sum rópt verður útinnandi jazz-tónleik á Grieg-akademiinum í Bergen.
Bjørn er uppvaksin í Tomrefjord í Møre og Romsdal. Hann hevur lisið heimspeki á fróðskaparsetri í Noregi og spælir biljard í frítíðini. Bjørn, eisini kallaður Polkabjørn, verður sagdur at vera besti sjálvlærdi jodlari í Norðureuropa, og hann er eisini vorðin ein rímiliga góður kvørkrasangari - ella growl-sangari - sum tað verður rópt. Hann hevur lært kvørkrasang hjá heimskendu og navnframu kvartettini, Huun-Huur-Tu.
Tveggjamannabólkurin - Heine Kleine og Polkabjørn - kemur til Fuglafjarðar Harmonikufestival, sum Fuglafjarðar Harmonikufelag í góðum og gróðrarríkum samstarvi við Fuglafjarðar kommunu skipar fyri í døgunum 24., 25. og 26. august í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.