Styrkilyft
Jákup Mørk
Kappingarnar í styrkilyfting eru settar saman av trimum lyftum: beindbend
(squat), bonkpress (benchpress) og rættstøðulyft (deadlift).
Í beinbendi bleiv tað til 320 kilo hjá Olafi. Liggjandi á beinkinum pressaði
hann 250 kilo upp frá. Og í rættstøðulyft knógvaði hann 320 kilo. Samanlagt
lyfti Olaf 890 kilo. Í allari kappingini var Olaf tann lyftarin, ið lyfti
mest í bonkpress.
Slíkar kappingar verða eisini gjørdar upp í stigum. Umframt sjálva
lyftingina verður tá eisini tikið hædd fyri, hvussu nógv lyftarin sjálvur
vigar. Teir løttu lyftararnir standa seg ofta væl her, og tí varð ein
lyftari, ið vigar 67,20 kilo, kosin besti lyftari.
Olaf hevur áður verið við í NM-kappinginum, men ikki við so góðum úrsliti
sum hesaferð. Eisini hevur hann luttikið 8 ferðir í kappingini um sterkasta
mann í Noregi. Her gjørdist hann fyrr í ár nummar trý. Næsta stóra
avbjóðingin er heimsmestaraskapið í styrkilyfting í 2006, sum verður í
Stavanger í Noregi.
Sterki hálvføroyingurin, sum býr í Tróndheimi, hevur vant styrkilyfting,
síðani hann var 19 ára gamal. Hann venur 6 dagar um vikuna einar 3-4 tímar
hvørja ferð. Um veturin verður vant fram til NM, og um summarið verður tíðin
sett av til kappingarnar um sterkasta mann. Tá ið Olaf ikki venur ella er
til kappingar, stendur lesnaðurin á skránni.
Mamma Olaf er Jóhanna Elisabeth Sofía, vanliga nevnd Hannefía, f. Niclasen,
úr Hvalba. Pápin eitur Svein Dahl og er ættaður úr Aalesund. Tey búgva í
Tróndheimi.
Mynd: Styrkilyft