Hálvthundrað tøk størv til vitjandi

Í ár er Jobmatch fullteknað við 45 fyritøkum og stovnum og fleiri teirra hava størv at bjóða teimum, sum vitja bás sín, siga fyrireikararnir.

Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at seta starvstevnuna.  Í ár luttaka íalt 45 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, sum er tað mesta nakrantíð. Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á Jobmatch.fo.

 

Á árligu Jobmatch starvstevuni hava føroyskar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar meira enn hálvthundrað størv tøk at bjóða teim vitjandi. Hetta tal er m.a. grundað á verandi starvslýsingar, og á eftirmetingar frá í fjør. Tá søgdu 41%  av teim luttakandi fyritøkunum og stovnunum, at tær høvdu eitt til tvey tøk størv at bjóða, og 9% søgdu seg hava upp til fýra tøk størv. Haumframt vóru eisini nakrir stovnar, sum høvdu meira enn fimm tøk størv at bjóða fram á Jobmatch.

 

Í ár er Jobmatch fullteknað við  45 fyritøkum og stovnum, og hetta er meira enn ein tvífalding í mun til fyrstu ferð Jobmatch varð fyriskipað í 2008. Stóra luttakaratalið skal helst eisini síggjast í mun til, at arbeiðsloysi er sera lágt í Føroyum. Men eftirmetingarnar frá undanfarnum árum vísa eisini, at luttakarar hava stóran áhuga í at koma á tal við útisetur og við fólk undir lestri, eins og við útbúgvin fólk, sum búgva í Føroyum.

 

Øll árini hevur býtið millum vinnuliga og almenna geiran verið rættuliga javnt millum lutakarar á Jobmacth. Í ár luttaka 23 fyritøkur, 8 kommunalir stovnar og 14 almennir stovnar.

 

Dyrnar lata upp kl 13, og setanin verður kl. 13:10.  Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvstevnan er opin til kl. 19 í kvøld.