Hálva bót til Carlos Tevez

Manchester City hevur nú fingið forboð fyri at geva Carlos Tevez meir enn tvær vikurs løn í bót fyri ikki at vilja gera, sum venjarin vildi í Champions League dystinum móti Bayern Munchen.

 

Søgan um 27-ára gamla argentinska framherjan heldur fram. PFA(Professional Footballers' Association), sum umboðar allar fótbóltsleikararnar í Premier League og er einasti stóvnurin, ið kann góðkenna bøtur størri enn tvær vikurs løn, hevur nú vent Manchester City bakið.

 

Upprunaliga fekk Carlos Tevez eina bót upp á næstan sjey milliónir krónur, sum svarar til fýra vikurs løn, fyri ikki at vilja lata seg skifta inn í dystinum móti Bayern Munchen.

 

Síðani er komið fram, at Carlos Tevez ikki sýtti fyri at spæla, men fyri at hita upp umaftur, tí hann segði seg longu vera heitan og kláran at fara á vøllin. Tí hevur PFA nú gjørt Manchester City greitt, at teir ikki sleppa at geva honum eina bót, ið er størri enn tvær vikus løn, tí brotið er ikki eins stórt, sum at sýta fyri at spæla.

 

Tað tykist sera sannlíkt, at Carlos Tevez er ein ferdigur maður í Manchester City, men felagið hevur fleiri ferðir boðað frá, at teir ikki vilja selja liðskiparin frá í fjør fyri ein bíligan penga.

 

Ráðgevarar hjá argentinska framherjanum hava sambært bretskum miðlum róð framundir, at verður hann framhaldandi ikki at finna í hópinum og felagið ikki vil selja hann í januar, so kemur FIFA upp í leikin.