Fíggjarlógarsmíð
Í Fíggjarmálaráðnum eru tey nú farin undir smíðið av fíggjarlógini fyri komandi ár, og líkt er til, at talan aftur í ár verður um stóra uppgávu, um alt skal hanga saman.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður sigur, at framskrivingarnar siga, at talan verður um eitt hall, sum er einastaðni millum 400 og 500 mió kr.
- Men hetta er so útgangsstøðið, og í so máta er støðan óbroytt í mun til undanfarnu fíggjarárini. Bæði fyri 2005 og 2004 byrjaðu vit jú við eini fíggjarlóg, sum sýndi eini 400 mió kr. í halli. Síðani varð raðfest av nýggjum, rationaliseringar og niðurskerjingar framdar o.s.fr., og tær ferðirnar megnaðu vit so at fáa eina fíggjarlóg, har hallið varð avmarkað.
- Og tað er tann parturin av arbeiðinum, sum nú er eftir. Tað er so sjálvandi eisinin tann størsti parturin, og fyrr enn tað er komið nakað væl áleiðis, ber illa at siga nakað um, hvussu endaliga fíggjarlógin kemur at síggja út staðfestir landsstýrismaðurin.