- Vit hava eitt mál á borðinum, sum er um eina landing uttanlands. Manningin saknar eina hálva miljón, sum er dottin niður millum skins og hold. Tað tykist ógvuliga trupult hjá reiðaranum at greiða frá, hvar peningurin er.
Tað skrivar Føroya Fiskimannafelag á síni heimasíðu.
- Reiðarin gjørdi tí ikki mætari enn at fáa sølumannin í Danmark at seta nøkur illa orðað orð á eitt ark, har brævahøvdið er skeivt avritað, og har fleiri faktuellir feilir eru. Brævið, sum varð handað okkum av reiðaranum persónliga, undirbyggir tað, ið reiðarin førir fram.
Men Føroya Fiskimannafelag var ikki nøgt við brævið, sum reiðarin kom við.
- Vit ringdu tí til sølumannin sum segði, at hann hevði skrivað brævið eftir ynski frá reiðaranum, og at hann kundi standa inni fyri tí, sum stóð í brævinum. Men hann vildi kortini ikki undirskriva brævið.
Føroya Fiskimannafelag ringdi nú til tann, sum hevði keypt lastina fyri at fáa hann at senda fakturan, sum vísti prísin.
- Her var ein hálv miljón á muni, sigur felagið.
Lagt verður aftrat, at manningin hevur lagt nógv fyri í hesum máli og hevur verið ein virkin leikari í at fáa prógv í málinum.
- Sakførari okkara tekur sær nú av málinum, sigur Føroya Fiskimannafelag.