Fyrst og fremst er málbólkurin fyri hesum sonevndir motiónsrennarar, sum við hesum fáa eina eyka motivatión til at fara í renniskógvarnar. Sosisalur hugni og ein ítróttarlig uppliving er soleiðis málið. Ferðin byrjar fríggjadagin 17. august, og skal ferðalagið búgva á Fjørukrónni í Hafnafirði. Leygardagin er sjálv renningin á skránni, og hetta kvøldið verður eisini felags døgurði hjá luttakarunum. Síðani hava hesi møguleika at uppliva Ísland í nakrar dagar, áðrenn kósin aftur verður sett móti Føroyum týsdagin. Á Flogfelagnum siga tey, at ætlanin er, at tey tvær ferðir um árið skipa fyri uttanlandsferðum, har hálvmarathon er á skránni.