Hólmin í fíggjarnevndini

Stadionætlanin á Hólmanum á Eiði er nú farin í fíggjarnevndina, sum nú fer at gera kostnaðarætlan

Stadionætlan

 

Á fundi fríggjakvøldið varð kommunustýrið á Eiði kunnað um ætlanina um at gera altjóða stadionøki á Hólmanum.

Orðaskifti var einki. Borgarstjórin Rólant Poulsen kunnaði um støðuna og tey krøv, sum Yvirfriðingarnevndin hevur sett, fyri at arbeiðið kann halda fram.

Eitt av krøvunum er, at kommunan kemur við eini fullfíggjaðari ætlan fyri, hvat verkætlanin kostar, og hvussu hon skal figgjast.

Fíggjarnevndini hevur fingið uppgávuna at gera kostnaðarmeting og finna útav, hvussu byggiætlanin skal fíggjast.

Fyrr enn tað er gjørt, hendur einki í málinum.

Anfinnur Kruse, varaborgarstjóri á Eiði sigur, at gott hevði verið, um figgjarnevndin var liðug við arbeiði sítt, tá ið Yvirfriðingarnevndin hevur fund aftur hálvan september.

Upphæddin 16,5 mió. krónur hevur verið nevnd sum mettur kostnaður, men fleiri vænta, at ætlanin verður dýrari enn so.

Kommunustýrið á Eiði samtykti at fara undir at gera stadionøki, tí vøllurin á Mølini lýkur ikki krøvini, og at umvælt hann hevði kostað líka nóv, sum at byggja nýtt stadionøki.