Høllin tekur seg væl út

Í góðveðrinum herfyri speglaðist nýggja marghøllin í sjónum.

Nýggja marghøllin í Vági er sett saman av stálkonstruktión og dúki, membrani, ið spentur er útyvir.

 

 

Tá ljós er í høllini, so sæst hetta úttanfyri, júst sum um talan var um eitt tjald.

 

 

Og hetta gav tilfar til eina vakra mynd sunnukvøldið, eftir at høllin var innilokað sunnudagin. Myndin leggur á facebook vanganum hjá marghøllini í Vági.

 

 

Bárður Gunnarstein Nielsen tók myndina.