Hálkubreyt má gerast í Føroyum

Túrurin á hálkubreytini lærdi meg hvussu nógv bert fáir kilometrar hægri ferð økja um bremsilongdina, sigur Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Eg gjørdist kløkk av at síggja, at við bert at økja um ferðina úr 40 upp í 45 km/t, gjørdist bremsilongdin minst 30 metur longri, sigur formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Eftir at hava roynt seg á hálkubreytini er eingin ivi hjá henni um, at hálkukoyring er neyðug, tá koyrikortið skal takast. Hon vísir á, at tað er umráðandi at nýggir bilførarar fáa so nógvar royndir sum gjørligt, áðrenn teir verða sloppin leys í ferðsluni. Tí er neyðugt, at eitt koyriteknikst anlegg verður gjørt í Føroyum.

Við tíðini fara londini uttan um okkum at krevja, at eisini útlendskir bilførarar lúka tey krøv til koyrikortið, sum er galdandi í avvarðandi landi, sigur Rúna Sivertsen, í stuttari viðmerking við Sosialin.