- Tá man ikki er nøgdur við umstøðurnar, og heldur ikki fær broytt tær, so er líka frægt at gevast, sigur Hákun Djurhuus um orsøkina til uppsøgnina Uppsøgnin hjá stjóranum á Føroya Shell, Hákun Djurhuus, kom óvart á flest øll, men høvuðspersónurin sjálvur hevur hugsað um hetta í longri tíð.
? Fyri meg er hetta einki nýtt, og seinastu tríggjar-fýra mánaðirnar havi umhugsað støðu mína av álvara, sigur Hákun Djurhuus.
Hann sigur, at tað serliga er framtíðarkósina, sum felagið hevur, sum hann ikki kann góðtaka. Tá hann verður spurdur nærri til, hvat ítøkiliga tað er, hann ikki kann góðtaka, svarar Hákun Djurhuus, at tað fær hann ikki sagt nakað um.
? Men tá man ikki er nøgdur við umstøðurnar, og heldur ikki fær broytt tær, so er líka frægt at gevast, sigur Hákun Djurhuus og leggur aftrat, at hann nú hevur verið í fyritøkuni í 10 ár, og tað eisini er eitt slag av vegamóti.
Tummas Hansen, sum situr í nevndini hjá Føroya Shell sigur, at tað ikki er eftir trýsti frá nevndini, at Hákun Djurhuus leggur frá sær, men at avgerðin eina og aleina er hansara egna.
? Tað er rætt, at avgerðin er mín egna. Men tá rammurnar og umstøðurnar gjørdu, at tað ikki var stuttligt longur, og tá tað ikki er stuttligt so er líka frægt at lata vera, staðfestir Hákun Djurhuus.
Hákun Djurhuus roknar við at sita í stjórasessinum í Føroya Shell næstu tríggjar mánaðirnar, soleiðis at ein nýggjur stjóri kann finnast. Hákun Djurhuus sigur seg ikki vita, hvør hesin kann vera, men vísir á, at hetta er ein nevndarspurningur.