Eivind Jacobsen
Strendur
Fíggjarstjórin hjá Smyril Line roynur í Dimmalætting 1. mars, at afturvísa tí eg havi skriva í tveimum greinum. JV sigur, at eg royni at forkoma ætlanini, heldur enn at viðgera málið sakliga. Hetta er púra burtur við. Sjálvandi ynski eg, eins og øll onnur, at tað skal ganga væl hjá SL. Eisini frøðir tað meg, at tað gongur rætta vegin at útvega neyðugan partapening. Tað skal als eingin ivi verða um, at eg ynski SL góðan byr framyvir.
JV má fullkomuliga hava misskilt alt, sum eg havi skriva. Tað er púra burtur við at siga, at eg ynski at forkoma ætlanini um nýggju Norrønu. Tí royni eg enn einaferð at gera JV púra greitt, hvat mítt endamál er. Hetta verður gjørt so sakliga sum til ber.
Mín meining er, at landskassin skal halda seg burtur frá privatum vinnufyritøkum. JV, hugsa tær, hvat hevði hent, um landskassin setti pening í SL. Sama dag høvdu reiðarar staði í kø úti í Tinganesi, fyri at biðja um partapening til avgjørt tiltrongda endurnýggjan av fiskiflotanum. Og so hevði myllan farið í gongd. Hetta hevði verið ein so stór katastrofa, at neyðugt var at siga mína meining alment.
Harumframt metti eg, at vandin fyri at landskassin varð noyddur at gjalda upp til 400 milliónir áðrenn nýggja Norrøna kom rættuliga í gongd, var ógvuliga realistiskur, út frá tí tilfari, sum eg kundi útvega mær um ætlanina hjá SL.
Tí er tað bert eitt endamál við mínum greinum. Nevniliga, at gera mína lítlu ávirkan so nógv galdandi sum gjørligt, soleiðis at politikararnir tóku tað støðu, sum teir mettu verða rættast, eftir at hava viðgjørt allar ivaspurningar. Hetta til gagn fyri alt samfelagið. Hendan møguleika hevur hvør einstakur borgari í einum demokratiskum samfelag.
Fyri at grundgeva betri, fáa upplýsingar fram og spurningar svaraðar, sum SL ikki hevði gjørt higartil, royndi eg at koma við viðkomandi og sakligum spurningum til ætlanina hjá SL. Ikki við einum orði havi eg sagt, at tølini hjá SL ikki vóru røtt. Tað einasta eg havi sagt er, at tølini ikki eru undirbygd. Tá onkur setur fram ætlanir, sum ikki eru undirbygdar, er altíð talan um skilaleysa ætlan. Hetta vóru einfaldir spurningar, sum ein væl fyrireika ætlan og ein góður fíggjarstjóri, høvdu svara upp á standandi fót.
Hetta er alt gjørt, fyri at alt skuldi verða so væl lýst sum gjørligt. Hetta viðførur, at tá støða verður tikin, er sannlíkt, at avgerðin er tann rætta. Í nógvum førum er ein ætlan ein spurningur um trúgv, og tí fær tann rætt, sum hevur tær bestu grundgevingarnar.
Orsøkin til at javnaðarflokkurin tók sítt uppskot aftur er, at grundgevingarnar frá SL ikki vóru nøktandi. Tað kann ikki verða rætt, at geva mær ella nøkrum øðrum, sum ikki ganga inn fyri, at landskassin skal luttaka í ætlanini skyldina fyri, at uppskotið endaði, sum tað gjørdi.
Eftir at javnaðarflokkurin tók uppskotið aftur, havi eg nátt mínum endamáli. Sostatt havi eg ikki nakra orsøk at skriva meira um hetta mál. Kann bert beklaga, at seinna greinin bleiv send fjølmiðlunum, áðrenn eg hevði frætt, at uppskotið var tikið aftur.
Viðmerkingar hjá JV
JV roynur at tileinkisgera mínar spurningar og annars mín persón, og sigur, at eg eri ósakligur. Ført verður fram, at tað eru nógva villur, eins og skeivar niðurstøður. Mær dámar als ikki at verða lagdur undir at verða ósakligur.
Sjálvandi er tað harmuligt, at JV ikki skilir hvat spurt verður um. Eg royndi eftir besta førimuni at spyrja um grundgeving og dokumentatión fyri ymiskt, sum eg ivaðist í. Ístaðin fyri at svara teimum spurningum, sum eg setti, leggur JV eftir mínum persóni, og roynur at sáða iva um mín persón. Aftursvarið hjá SL er á einum so lágum støði, at tað er grátuligt. Svarið sigur meira um leiðsluna í SL enn um Eivind. Eg havi nátt mínum endamáli og at sápla SL og JV niður alment, tænir ongum endamáli, og kann einans verða til miklan skaða fyri SL
Eg vil framhaldandi meina, at eg havi verið sakligur í mínari skriving, og tí havi eg gjørt viðmerkingar til pástandir hjá JV punkt fyri punkt. Hesar verða sendar til SL. Framhaldandi blaðtjak tænir ongum endamáli. Tí verður hetta vónandi seinasta skrivið í hesum umfari.
Laksur og prosentir
Nakrar fáar viðmerkingar skal eg gera til greinina í Dimmu 1. mars. Eg søknaðist eftir marknaðarkanning fyri ferðafólk. Her eru framvegis bert gitingar frá SL. Frakt marknaðurin í 1996 var 68 mió netto og 100 mió brutto, hóast JV meinar nakað annað. JV fer lætt um prosentir og tí eru nógvir roknifeilir. Hann sigur 5%, tá rætta talið er 5,95%, 300% í staðin fyri 207% og 123%. Mettur vøkstur í alivinnuni frá ár 2000 til 2004 sigur JV verða 57% í meðal, men rætta talið er 34,55%. Í Sosialinum 17 februar er SL 30% forút av seinast ár, men í Dimmu 1. mars 25%. Tað er harmuligt, at SL skal ganga so lætt um prosentir. Eg kann bert taka undir við JV, tá hann sigur, at vit skulu verða varin, tá vit tosa um prosentir.
Hetta er støðið í greinin allan vegin. Heldur enn at svara settum spurningum, sleingir JV við pástandum, sum als einki hald er í. Hetta er til miklan skaða fyri trúvirðið hjá SL
SL setur sítt álit á laksin, og tileinkisger mína við-merking um at stór øking í framleiðslu av laksi møguliga ikki sæst aftur í øktum umsetningi hjá flutningsfeløgunum. Slíkt talar fyri seg sigur JV. Tá JV ikki skilur mín spurning um tað, sum annars verður rokna at verða grundarsteinurin undir nýggja skipinum skal eg gera viðmerkingar til hetta.
SL førur í dag nógvan laks feskan, sum tørvar stutta transittíð, og vil gjalda góðan prís fyri góða tænastu. Men SL má gera sær greitt, at hetta er ein vinna, sum broytist alla tíðina. Vit vita, at fyri 30 árum síðan sigldu øll skipini av landinum fyri at avreiða ferskan fisk. Í dag fer bert ein brøkpartur av fiskinum óvirkaður av landinum. Orsøkin er at vit ynskja at meirgóðska okkara vørur. Hetta er ein sjálvfylgja. Hetta gevur betri prís og stabilari viðurskifti. Tí eigur tað ikki at koma óvart á, um tað sama hendur við laksinum.
Vit hava júst fingið nýggja avtalu við ES. Hendan opnar møguleikar. Á Polarfrost í Vági og í Fuglafirði hava teir stórar ætlanir. Virkið á Strondum arbeiðir við ætlanum. Fiskavirking umhugsar eisini at gera okkurt. Alt hetta tíður uppá, at útflutningurin av laksi í tonsum fer ikki at vaksa í sama mun, sum vøkstur í framleiðsluni.
Komandi árini fara vit væntandi at meirgóðska laksin. Góðskaður laksur vigar bert 50% av ferskum laksi og harumframt er prísur pr. tons av frystum helst umleið 30% lægri. Hetta er grundgevingin fyri at eg segði, at teoretist kann tað henda, at sjálvt um framleiðslan tvífaldast, standa farmainntøkurnar í stað. So kunna vit diskutera, hvat talar fyri seg.
Meirgóðska vøra og annars fryst vøra krevja ikki eins stutta transittíð, og tí verður tann fyrimunurin burtur hjá SL. Tá verður vøran send við tí felag, sum bjóðar lægsta prís. Havandi í huga yvirkapasitet og stóran málsetning, má roknast við bein harðari prískapping.
Eisini kann nevnast, at útflutningurin í 2000 var 5-10.000 tons minni enn ætla, tí góður prísur gjørdi, at laksurin var tikin áðrenn ætla og vektin tí lægri. Tí eru nógv ivamál við frakt av laksi, sum SL ikki hevur nakra meining um. Eisini sakni eg, at SL í sínum tilfari hevði eina útgreining av, til hvørji lond vit útflyta og hvussu nógv. SL siglur bert til Danmarkar og tí ber ikki til hjá SL at fáa farm, sum skal í onnur lond.
Endi
Vónandi er hetta seinasta viðmerking á hesum sinni. Settir eru objektivir og viðkomandi spurningar, fyri at fáa svar upp á ivamál. Enn er einki svar komið. Mítt endamál, sum var at landskassin ikki skuldi blanda seg upp í vinnulívið er eisini nátt. Tí er ikki neyðugt at SL svarar mær upp á mínar spurningar.
Eftir er tí bert at ynskja SL góðan byr framyvir. Vónandi fer tað at eydnast SL at sleppa út úr skergarðinum og koma í tryggari sjógv í nærmastu framtíð.