##med2##
Í annaðkvøld skal føroyska landsliðið spæla fyri fyrstu ferð undir leiðslu av Håkani Ericson. Landsliðið hevur í dag sína triðju venjing saman. Eftir átta ár við Lars Olsen, so koma nýggj eygu á føroyska landsliðið. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu hann blandar kortini. Til venjingina í gjár bleiv landsliðsvenjarin spurdur, um hvussu nógvar av teimum ellivu, ið skulu byrja inni, hann longu hevur valt.
- Tað var ein góður spurningur. Eg haldi eg kann siga fýra, ella kanska fimm, sigur Håkan Ericson við einum brosi.
Hann vil ikki siga so nógv um hvussu liðið kemur at síggja út, men tað eru tvær ymiskar uppgávur, ið eru fyri framman. Malta á heimavølli og Andorra á útivølli er tveir dystir, sum skulu taklast á ymiskan hátt.
- Vit hava sjálvandi greinað Malta, men teir hava fingið ein nýggjan venjara og hava verið á venjingarlegu. Harfrá hava vit ongar upplýsningar um hvussu teir spæla ella venja. Tí er tað torført at siga viðvíkjandi Malta, sigur Håkan Ericson, sum tó ikki ivast hvussu Andorra kemur at spæla.
##med3##
- Vit eru rímiliga vísir í, at Andorra kemur at síggja út, sum teir plaga. Tað er, at teir leggja stóran dent á at verja sín egna brotsteig, og gera tað trongligt hjá mótstøðuni. Har mugu vit hava tvær planir. Eina við sterkum spælarum í millumrúminum, og eina við sterkum spælarum í brotsteiginum, har vit koma til fleiri innlegg, enn vit vanliga koma til, sigur Håkan Ericson og leggur afturat:
- Vit koma at leggja størri dent á uppbyggjandi spælið móti Malta, enn vit væntandi koma at hava brúk fyri móti Andorra. Teir leggja seg mangan langt aftur á vøllin. Fyri ein part, so havi eg ikki tikið avger sjálvur, og til deils ger tað einki um mótstøðuliðið eisini ivast, sigur landsliðsvenjarin at enda um uppgávur í Nations League.
##med4##
Við støðið í hesum og bara einum parti av einir opnari venjing, so er torført at gera sær ein meting til dystin í annaðkvøld. Tað eru ábendingar um, at Sølvi Vatnhamar verður á verjukenda miðvøllinum við Halli Hansson og Brandi Hendrikssyni frammanfyri.
Onkir partar av venjingunum hava eisini givið ábendingar um at trýkleyvarin í framrættaða spælinum verður Meinhard E. Olsen í vinstru, Jóannes Bjartalíð í høgru og Klæmint A. Olsen sum áleypari.
Gunnar Nielsen verður helst í mál, meðan verjuparturin kundi verið frá høgru, Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Heri H. Mohr er við upp á avboð, og tí er Jóannes K. Danielsen helst frammanfyri hann.
##med5##
Daniel Johansen er nýggjur á landsliðnum, men er vi tí hann skal spæla. Annars var hann á U21-landsliðnum. Hann hevur sína styrki í innleggunum og kundi tí passa betri til dystin í Andorra. Í miðverjuni er Sonni Ragnar Nattestad meiri upplagdur sum vinstri, meðan liðfelagirnir úr KÍ, Heini Vatnsdal og Odmar Færø dystast helst um hitt plássið. So er spurningurin hvar Heðin Hansen passar inn í líkningina, tí hann er kanska tann sterkasti at spæla bóltin upp.
Um Håkan Ericson ikki hevur tikið avgerð um øll plássini enn, so er skjótt at rokna seg til, at hetta eisini bara er eitt gitt.
Vit gita:
Føroyar (4-3-3): Gunnar Nielsen – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson – Jóannes Bjartalíð, Meinhard E. Olsen, Klæmint A. Olsen
##ms##
##med6##