Håkan er sætti svenski venjarin í Føroyum

Tað byrjar so smátt at renna saman millum Føroyar og Svøríki í fótbóltshøpi

Brandur Hendriksson Olsen hevur í dag gjørt ein trý ára sáttmála við Helsingborg IF í bestu svensku fótbóltsdeildini, sum eitur Allsvenskan. Hann er bara fjórði føroyski spælarin, sum spælir í svenskum fótbólti – og tann fyrsti, sum spælir í bestu deildini.

Nýggi landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Håkan Ericson, er bara sætti venjarin úr Svøríki, sum ger seg galdandi í føroyskum fótbólti. Undan honum er bara fimm svenskir venjarar, sum hava verið venjarar í Føroyum, men onkrir teirra hava veruliga gjørt um seg.

##med2## 

Ronny Geson Gunnarsson er nærmast halgimenni í Fuglafirði. Hann var venjari hjá ÍF í 1979 og 1980. ÍF vann í 1979 einasta meistaraheitið í søguni hjá felagnum.

- Vit sóu upp til Ronny, sum sjálvt um hann bara var mitt í tjúgunum tá. Hann var ein stórur og litríkur persónur, sum fekk okkum at venja nógv. Eitt nú vandu vit hvønn sunnumorgun áðrenn dyst. Eg minnist tað eisini sum, at vit vunnu fleiri av dystunum móti endanum. Ronny átti stóran lut í meistaraheitinum, fortelur Ábraham Løkin í dystarblaðnum undan landsdystinum móti Svøríki fyrr í ár.

Aðrir svenskir venjarar hava ikki sett so stóran dám á føroyskan fótbólt. Kenneth Rosén var eitt skifti í 1990 venjari hjá B68. Tíggju ár seinni kom Per Olov Andersson, eisini nevndur Pelle, til B36. Hann bleiv koyrdur miðskeiðis í árinum, eftir at B36 tapti 2-4 á heimavølli móti B71. Sandoyingar eru í dag at finna í næstbestu deildini. Teir royndi seg eitt stutt skifti í fjør við Stefani Hansson við róðrið, men eftir fimm tap í sjey dystum endaði samstarvið har eisini.

##med3##

Glenn Ståhl er í dag venjari hjá NSÍ. Tað er aðru ferð, at hann er venjari í Føroyum. Hann fekk avbjóðandi uppgávuna at venja felagsliðið TB/FCS/Royn í 2018. Tað kom hann væl frá og úrslitini vóru eftir umstøðunum góð.

Nú er líkt til, at tað byrjar at renna saman millum føroyskan og svenskan fótbólt. Bara her í desembur eru Håkan Ericson blivin føroyskur landsliðsvenjari og Brandur Hendriksson hevur skift til Helsingborg.