Húkafinalan

Loyvi eisini mær at møða fólk enn meira um klaksvíkshúkin.
Leingi átti húkur lívið í føroyingum og ikki minst klaksvíksingum og mestu vælferð har um leiðir.

Tessvegna er einki forgjørt í at reisa slíkan varða fyri Klasksvíkar bý og Norðuroyggjar á gáttini til økið.
Men so spyrst sperðil burturúr og tað í ólukkumát stavandi frá skrivstovuveldinum í Havn, sum partú vil hevda sítt tilverugrundarlag, mátt og tign.
Hvast móti hvøssum og ímeðan rulla frontarnir hvør í sínum lagi serfrøðingaskjúts fram, ímeðan gjógvin bara dýpist heldur enn í staðin at sýna hógv, praktiskt vit og skil at finna loysnir, so at eingin kennir seg missa andlit.
Fari sum leikfólk ikki at vága mær at siga sokallari serfrøði ímóti, eins og eg veit frá uppfatanarsálarfrøði, at fleiri upplivingar/fatanir/innputt um eina og somu leið kunnu ørkymla ferðandi, og tað kanska ikki minst okkum bilførarar av kallkyni, sum tey nú entá siga okkum vera skerdar heilaliga sæð viðv. at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
Well den, og kenst klaksvíkshúkurin nú knappliga forboðsmyndugleikum herkin útpurring aftaná at hava sovið á vaktini, so mugu somu myndugleikar út um landið við kúbeini, hamara, sag og tong at taka niður aftur hópin av líknandi órogvandi (?) skelting við so mong onnur vegamót.
Vil kortini halda, at ein heilt einfaldur húkur órogvar hugan heldur minni enn skiftandi tekstir/myndir og í Havn buppur/reyvar fyri ikki um at tala grænar og politisk slagorð við hvørt val, undan ítrottardystum og denslags.
Tað mugu vera proportiónir í gallskapinum, “lighed for Loke som for Tor” og máti við smáligum, pátiknum skrivstovuveldi.
Nullhugsjónina skulu vit sjálvsagt virða og virka fyri, tó trupult verður heilt at byggja borð fyri báru.
Vandin fyri, at onkur ferðgalin ørvitisknokkur fresar tvørturum hasa lágu rundkoyring við Boroyðarvík er sjálvsagt hypotetiskt til staðar, men fyri tað eigur tað ikki at skerja vanlig, hóvlig hampafólk.
Tað vildi svara til, at eitt nú øll okara mongu havnaløg skuldu steingjast av ella gyrðast inni fyri ferðslugalnum ørvitisknokkum og/ella enntá hampafólki, sum bara hyggja seg um, gána eftir skipum o.t.
Havandi í huga tað imponerandi einfalda, greiða og físna arbeiði, sum fólkini handan árliga sjómannadagin trúliga og sjálvboðin inna ár undan ári, so mann fatan, roks, erkvisni og atgerð skrivstovuveldisins í Havn standa mongum sum mikil andsøgn, og Guð nái sjómannadagin, um slíkar almenar nevndir skuldu fyristíla. Tá hevði mangt doyð í raki undan føðing. “Mens græsset gror, dør horsemor”, og var tað ikki fanin sjálvur, sum sigst hava sagt, at skuldi eitt mál darvast ella enntá forpurrast, so var bara at koyra tað í nevnd. Væl er demokrati gott, tó máti skal vera við.
Men góðu tit, ið varða av sjómannadegnum: Eg havi áður undrast á og eisini alment róst tykkara áræði, uppfinnsemi og avriki ár undan ári.
Og hesuferð var so, afturat mongum øðrum forvitnisligum, húkurin funnin fressur at kveikja samleika norðuroyinga í sjóvarhøpi og vekja ans millum gestir og lokal.
Ósketna og helst óviljaða erkvisnið skrivstovuveldisins um húkin hevur í hvussu er verið avbera góð reklama fyri sama húk og fiskivinnusamleika norðuroyinga.
Hvussu leingi súpan nú framhaldandi verður gjørd útá hatta fyribrigdið við húkinum er óvist, síðani eingin tykist vilja víkja fyri øðrum tíansheldur virka fyri semju.
Men trupulleikar eru fyri at loysast.
Tað mátti borið til at latið egið fyrilit og pátikna tign víkja og savna vit og skil til loysn, heldur enn púra óneyðugan, fáfongdan konfrontatiónspolitikk, klandur og stríð og áhaldandi at fylla almenna rúmið við sjálvt lítisverdum, møða og sáa mistreysti og misálit í fólk.
Kveikið nú p.t. fastlæstu heilakyknurnar og finnið saman eina skynsama semingsloysn og kanska bara fyri at jarða longu íkomnu skommina og fáfongda óttan fyri at missa tign.
Mangt ber við góðum vilja til og kanska bara tað at hækka rundkoyringina eins og á ringvegnum í Havn, sum skilvíst ferðsluliga sæð noyðir ferðandi at ansa galdandi ferðslureglum heldur enn at gána upp um og taka tjansir. Eisini seta vegbungur ferðina niður, so sum ferðandi kortini eiga at gera ávegis inn í rundkoyring.
Men í mínum hugaheimi er húkurin komin fyri at vera so ella so.
P.S. Annars er tað ótrúligt, hvussu mangt lítisvert og svass fyllir almenna rúmið (les: dunnuhylin) í Føroyum.
Okkurt og mangt annað meira átroðkandi átti at fangað sinnið og tað ikki minst hjá almennum myndugleikum, sum áhaldandi mugu skerja, eisini ferðslutrygd, av berum peningatroti. Og í meðan alt hevur landsbúskapurin leingi verið á gáttini til enn eitt falitt.