Háhús oyðilagt av eldi

Vandi var fyri, at tað 110 metrar høga Windsor-háhúsið í Madrid fór at rapa, tá eldur kom í tað á midnátt leygarkvøldið

Sunnumorgunin lá eitt tjúkt roykskýggj uppi yvir spanska høvuðsstaðnum Madrid, eftir at stór sløkkilið alla náttina høvdu roynt at fáa tamarhald á eldinum í tí 110 metrar høga háhúsinum.
Myndugleikarnir bóru ótta fyri, at húsini fóru at rapa, tí eldurin var so ógvusligur. Tí varð øll ferðsla steðgað, og fólk, sum búðu nærhendis háhúsinum, fingu boð um at fara haðani.
Myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði á 21. hædd, og at minst 15 av teimum 32 hæddunum eru fullkomiliga oyðilagdar av eldinum, sum sambært borgarstjóranum er tann størsti, sum nakrantíð hevur verið í býnum.
Windsor-háhúsið hýsti nógvum skrivstovum, men eingin var til arbeiðis, tá eldurin kyknaði, tí bygningurin hevur verið til umvælingar í seinastuni. Myndugleikarnir halda, at eldurin stóðst av einum skammlopi.