Húgvan hjá Jens Martin komin til Wien

Vit føroyingar eiga - ella hava átt - Heimsins kendastu fótbóltshúgvu. Tí nú skal topphúgvan hjá Jens Martin Knudsen á savn. Fyrradagin kom Jens Martin við einari myrkari Limosine til Leopold Museum í Wien, har topphúgvan, sum eysturríkska pressan nevnir eitt ?kult-objekt? skal verða partur av einari framsýning, sum nevnist ?Moderne Kunst der Färöer Inseln?, sum verður seinni í ár. Ætlanin er, at topphúgvan skal verða partur av UEFA-savninum í Nyon. Lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at topphúgvan kom til Eysturríkis aftaná, at Joseph Hickersberger hevði lagt frá sær, sum eysturríkskur landsliðsvenjari. Topphúgvan átti væl sín lut, tá hann legði frá sær, sum eysturríkskur landsliðsvenjari, aftaná tapið ímóti Føroyum og Jens Martin í 1990.