Høgu oljuprísirnir hótta lemmatrolarar

- Hetta er ein fleksibul veiðibólkur við stórum rásarúmi, bæði á havinum og umborð. Sum gongdin er, er ikki óhugsandi, at skipini verða løgd ein part av árinum, sigur Mikkjal Hammer, skipari á djúpvatnstrolaranum, Steintóri í Hvalba

Fiskivinna

Tilsamans 13 lemmatrolarar hava loyvi at veiða undir Føroyum. Hetta eru lutfalsliga stór skip, sum trola eitt og eitt. Tað merkir, at tey partrola ikki. Fyrimunurin við partroli hjá ísfiskatrolarunum er, at skipini spara olju, samstundis sum fiskiskapurin roynist væl.
Í sínari tíð var blálonga, kongafiskur og svartkalvi álitið hjá djúpvatnstrolarunum, men veiðimynstrið er brott, soleiðis at ein stórur partur av veiðini hjá hesum skipum nú er upsi.
Upsaprísurin var vánaligur ein stóran part av árinum í fjør, men nú er prísirun á einum líkinda støði.

Støðan trupul
Soleiðis, sum gongdin hevur verið við hækkandi oljuprísum og minkandi fiskiskapi eftir djúpvatnsfiski, er raksturin hjá fleiri djúpvatnstrolarum í dag vorðin rættiliga tungur.
Teir, sum eiga hesi skipini, hava verið á fundi við Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um ymiskar møguleikar til tess at bøta um rakstrarliga grundarlagið hjá hesum skipabólki.
Mikkjal Hammer, sum er skipari og ein av eigarunum av Steintóri í Hvalba, sigur, at teir, sum eiga hesi skip, ynskja ein fund aftrat við landsstýrismannin.
- Sjálvur var eg ikki við á seinasta fundi, men ymiskt er frammi um, hvat gerast kann.
Hann sigur, at støðan hjá djúpvatnstrolarunum er eitt sindur ymisk í løtuni alt eftir, hvussu støðan hjá feløgunum, sum eiga hesi skip, er.
- Men tað er greitt, at eingin kann í longdini reka vinnu, sum ikki hongur saman, sigur Mikkjal.

Fleksibul floti
Skiparin vísir á, at djúpvatnstrolararnir eru ein fleksibul skipabólkur, og tí heldur hann, at tað hevði verið ógvuliga harmiligt, um hesin parturin av føroyska fiskiskipaflotanum fór fyri bakka.
- Jú, hetta er ein fleksibul veiðibólkur við stórum rásarúmi, bæði á havinum og umborð. Men sum gongdin er, er ikki óhugsandi, at skipini verða løgd ein part av árinum.
Mikkjal vísir á, at árstíðirnar eru ymiskar, men hesi viðurskifti eru eisini skiftandi. Árini eru ikki altíð eins í so máta.
- Vanliga plaga vit at siga, at várið og heystið er hampilig fiskitíð. Veturin er mangan harðbalin, men tá eru prísirnir oftast hampiliga góðir. Um summarið kann eisini vera væl at fáa, men tá plaga fiskaprísirnir at fella. Soleiðis er torført at siga, hvør árstíð roynist best og hvør roynist ringast.
Skiparin heldur, at tað hevði verið ein stórur missur fyri føroyska fiskivinnusamfelagið, um lemmatrolararnir fóru fyri bakka.
- Vit kunnu fiska á djúpum vatni, har partrolaraflotin hevur nógv minni møguleikar at fáa fatur á djúpvatnsfiski, og vit kunnu fiska á fjarleiðum, um tann møguleikin býðst.
Mikkjal vísir á, at djúpvatnstrolarar enntá hava verið á ísfiski í Barentshavinum, og tað bar væl til, sum hann tekur til.
- Henda veiða varð førd heim til virkingar í Føroyum, leggur hann aftrat.

Ymiskir møguleikar
- Umboð fyri lemmatrolararnar hava tosað við landsstýrismannin um ymiskar møguleikar, og í hesum sambandi hevur eisini verið tosað um møguleikan við partroli, sum hevði spart okkum fyri ein part av oljuútreiðslunum.
Hann dugir ikki at síggja, at nakað í lógini um vinnuligan fiskiskap forðar lemmatrolarunum í at partrola.
- Landsstýrismaðurin hevur víst á, at verður loyvi givið til partrol við lemmatrolarum, fer veiðimynstrið at líkjast mynstrinum hjá partrolarunum annars. Landssstýrismaðurin hevur eisini víst á, at lemmatrolararnir ikki eru við í skipanini við fiskidøgum. Men vit halda ikki, at hesi viðurskifti eru nøkur forðing, um reiðaríir vildu gjørt royndir við partroli.
Mikkjal vísir á, at djúpvatnstrolarin í Hvalba, Sjagaklettur, í eina tíð hevur partrolað saman við Baki, nú Stelkur hevur ligið á Skála Skipasmiðju síðan eldsbrunan.
- Fiskiskapurin hjá partrolarunum yvirhøvur hevur verið lakari í seinastuni, og tí hevur henda tíðin ikki givið fullgóða mynd av, um tað kanska hevði loyst seg at lagt um til partrol hjá djúpvatnstrolarunum.
Hann sigur, at reiðaríið hjá Sjagakletti enn ikki hevur eftirmett hesa tíðina, síðan teir fóru at partrola við Baki.
- Vit eru í hvussu er greiðir yvir, at soleiðis sum gongdin er, verður neyðugt at fáa meira fyri hvønn litur av olju, vit brúka. Jú, dýrari oljan verður, tess verri gerast útlitini fyri hesa vinnu, um eingi stig verða tikin til bata. Sum er, er tað ómetaliga strævið hjá okkum at fáa raksturin at hanga saman, sigur Mikkjal Hammer, sum heldur tað ikki vera óhugsandi, at lemmatrolararnir koma at liggja meira í framtíðini.