Fólkaflokkurin spældi høgt spæl, tá løgmaður hótti við at leggja frá sær, um ikki Tórbjrøn Jacobsen tók skuldsetingarnar ímóti honum og fiskimálaráðharranum aftur, áðrenn farið varð í kirkju ólavsøkumorgun klokkan 11.
Úrslitið gjørdist sum kunnugt, at Tórbjørn Jacobsen tók hvørt orð í seg aftur, og gjørdi hann ikki tað, hevði løgmaður lagt frá sær uttan at blunka, er formaðurin í tingbólki Fólkafloksins, Óli Breckman, sannførdur um.
Fólkaflokkurin kundi soleiðis havt spælt sær politisku leiðsluna av hondum á sjálvum ólavsøkudegi við at geva Tjóðveldisflokkinum og Tórbirni Jacobsen eitt ultimatum, har alt varð sett upp á spæl.
Flokkurin ikki handan Tórbjørn
Hvønn veg tað fór at bera, kundi eingin siga við vissu, men taktikkarin hjá Fólkaflokkinum í hesum spæli, Óli Breckman, hevði stórar vónir um at tað fór at eydnast at fáa Tórbjørn at bakka.
- Eftir at vit høvdu verið á fundi við Tjóðveldisflokkin leygardagin stóð tað mær rættiliga greitt, at Tjóðveldisflokkurin sum heild var ógvuliga sinnaður at fáa málið um skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen út av verðini, sigur Óli Breckman.
Og júst støðan hjá Tjóðveldisflokkinum var trumfurin, sum gjørdi, at Fólkaflokkurin tordi at seta alt upp á spæl.
- Tjóðveldisflokkurin hevur ein sterkan sjálvjustits, sum vit hava sæð í verki fleiri ferðir hesi seinastu fýra árini. Og tá leiðslan í Tjóðveldisflokkinum ikki tyktist at standa aftanfyri Tórbjørn, var tað eftir mínari meting meira sannlíkt at Tórbjørn Jacobsen fór at bakka heldur enn at sigla á, sigur Óli Breckman, sum heldur tað hevði verið stórt spell, um skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen skuldu sett fót fyri samgonguna.
- Hendan samgongan hevur fýra ár eftir at sita, so tað hevði verið ómetaliga býtt, um vit skuldu rent hana á turt longu nú.
Tórbjørn vann
Óli Breckman er ikki í iva um hvør vann størsta sigurin, tá Tórbjørn Jacobsen át skuldsetingar sínar í seg aftur í seinastu løtu ólavsøkudag. Tað gjørdi Tórbjørn.
- Tað kann vera at Tórbjørn ikki sjálvur hevði tað so gott, eftir at hann varð noyddur at svølgja alt niður í seg aftur, men eg haldi at hann gjørdi rætt, og í roynd og veru var tað hann, sum vann størsta sigurin, heldur Óli Breckman, sum eisini er stak væl nøgdur við úrslitið sæð frá hansara egna plássi í Fóilkaflokkinum.
- Tað vísir seg at í slíkum málum er effektivasta loysnin at leggja veruligt trýst á fyri at loysa málið, sigur Óli Breckman, formaður í tingbólki Fólkafloksins.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, segði við útvarpið, eftir at Tórbjørn Jacobsen í einum brævi ólavsøkumorgun hevði skuldsetingar sínar aftur, at nú var tann sakin úti av verðini.
Men tað skrivaða orðið kann sum kunnugt ikki tigast, og bert tíðin fer at vísa um løgmaður fær rætt í at sakin er úti av verðini, ella um skuldsetingarnar verða hangandi í leysari luft, nú eingin longur stendur aftan fyri tær.