Evsti dómstólur í Bretlandi fer í morgun at siga søguligan dóm um, hvørt tað var lógligt ella ikki, tá Boris Johnson sendi tingið heim.
Ráðharrar í konservativu stjórnini siga, at avgerðin ikki er til dómstólarnar at taka støðu til. Men kritikarar siga, at avgerð forsætisráðharrans hevði sum endamál at forða fyri eini gjøllari kanning av brexitætlanunum hjá stjórnini.
Avgerðin hjá hægstarætti verður kunngjørd klokkan 9:30 í London.
Um avgerðin gongur ímóti Boris Johnson, kann tað merkja, at tjóðartingið verður kallað saman alt fyri eitt.
Stórnin hevur sagt, at hon vil respektera avgerðina hjá hægstarætti. Men Johnson, sum er í New York á ST klimafundi, hevur avsannað, at hann ikki fer at gera enn eina roynd at senda tingið heim, um avgerðin ikki verður honum til vildar.
Spurdur um hann fer at leggja frá sær, um hæstirættu gongur ímóti honum, sigur hann við BBC:
– Eg fari at bíða og vita, hvør avgerðin verður. Stjórnin góðtekur sjálvandi dómstólarnar fult og heilt, sigur Boris Johnson við BBC.
Eftir ætlan skal tingið ikki koma saman aftur fyrr enn 14. oktober. Brexit-dagurin er 31. oktober.
Dómstórlurin hevur við hoyring í tríggjardagar tikið støðu til tvær kærur. Onnur frá handilskvinnuni Ginu Miller, og hin frá stjórnini.
Miller er farin undir eitt kærumál, eftir at ein lægri dómstólur kom til ta niðurstøðu, at avgerðin um at senda tingið heim var »útilokandi politisk« – og ikki eitt mál fyri dómstólarnar.
Kæran hjá stjórnini varð sett fram, eftir at evsti dómstólur í Skotlandi kom til ta niðustøðu, at avgerðin var ólóglig. Dómstólurin kallaði tað eina roynd at »skerja« ávirkanina hjá tjóðartinginum.
– Tað er ikki ikki lættir spurningar at greiða, og vit fara nú at taka støðu til grundgevingarnar, segði formaðurin í hægstarætti í síðstu viku.
Stjórnin hevur hildið uppá, at fimm vikur langi stongsulin av tjóðartinginum – tann longsti í 50 ár – í veruleikanum ikki hevur nakran týdning, tá tað framvegis er góð tíð til at kjakast um brexit.
Mótstøðufólkini eru sera ósamd.
– Tá forsætisráðharrin setir tjóðartingið út á síðulinjuna, tá tað passar honum, so fer tað at kennast sum um, at vit búgva í einum einaræði og ikki í einum fólkaræði, sigur Naomi Long úr norðuríska Samgonguflokkinum við svensku tíðindastovunia TT.
/ritzau/