Hægri minstuløn - ella liggur línuflotin

Føroya Fiskimannafelag vil hava minstulønina upp á 1000 krónur um dagin. - Vandi er fyri, at línuflotin liggur um stutta tíð, um minstulønin ikki hækkar, sigur felagið. - Fundurin var bæði góður og gevandi. Fleiri mál vóru á skránni, har minstalønin og oljan fingu mestu umrøðu. Fundurin tók undir við uppskotinum hjá felagnum um at fáa minstulønina uppá 1000 krónur um dagin.

Tað sigur Føroya Fiskimannafelag á síni heimasíðu eftir ein fund, sum felagið hevur havt á Muntra í Fuglafirði í hesi vikuni.

Felagið vísir á, at skal tað eydnast at fáa minstulønina upp, mugu fleiri aðrir limir í Trygdargrunni Fiskivinnurnar taka undir við uppskotinum.

- Um ikki verður tikið undir við uppskotinum, er vandi fyri, at línuflotin liggur innan stutta tíð. Tað, sum fiskimenn fáa í minstuløn, er langt niðanfyri eitt fátækramark.

Á síni heimasíðu vísir Føroya Fiskimannafelag á, at oljan eisini var til viðgerðar á sama fundi. Her vórðu oljuprísir og avsláttur av olju umrødd.

- Fiskimenn eru ikki nøgdir við, at teir ikki fáa oljuna útgreinaða í avrokningini. Eisini undrast fiskimenn á stóru útreiðslurnar, sum okkurt skip hevur av eitt nú parabol og interneti, sigur Føroya Fiskimannafelag.

Lagt verður aftrat, at fiskimenn sum heild vilja hava greiðu á, hvat teir gjalda fyri, tá avrokningin kemur.