Høgni Zachariassen á landsliðið

Fuglfirðingurin er úttikin fyri Andreas Lava Olsen hjá Víkingi, sum hevur givið avboð vegna vøddaskaða.

Høgni Zachariassen hjá ÍF hevur ongantíð áður spælt á landsliðnum, so kemur hann á vøllin í móti Fraklandi, verður hetta hansara fyrsti landsdystur. Høgni Zachariassen er ikki tann einasti, sum stendur til at fáa debut mikukvøldið, tí tað sama er galdandi fyri Jóan Símun Edmundsson hjá B68.