Frá 1998 til 2004 var skipað fullveldi ovast á dagsskránni, men síðani 2004 er loysingin at kalla horvin, og seinasta veljarakanningin gav Sambandsflokkinum størsta undirtøku. Um tit fara í fuglaperspektiv eina løtu, hvat er so hent seinastu tíggju árini?
Høgni: Eftir kreppuna fyrst í nítiárunum tók ein nýggj sjálvstýrisrørsla seg upp, sum var grundað á ta sannføring, at tíðin var komin til at taka fulla ábyrgd av okkara egna samfelagi. Kreppan vísti, at ríkisfelagsskapur og heimastýri ikki er nøkur trygd fyri føroyskari vælferð, og eftir valið í 1998 var fyri fyrstu ferð nakrantíð ein meiriluti á tingi fyri skipaðum fullveldi sum beinleiðis máli.
Men hví eydnaðist tað ikki?
Høgni: Tí við einum so smølum meiriluta høvdu vit eina ov veika samráðingarstøðu, og Fólkaflokkurin leyp frá lyftinum um fólkaatkvøðu í evsta tíma. Tá samráðingarnar slitnaðu, umløgdu vit okkara strategi og søgdu, at tað, sum vit ikki kunnu semjast um við danir, mugu vit taka sjálvi. So skóru vit blokkin við 366 milliónum, yvirtóku málsøkir og gjørdu klárt til at taka fulla ábyrgd av samfelagnum. Síðani 2004 hevur ABC-samgongan parkerað sjálvstýrisspurningin og allar sosialar og búskaparligar reformar. Við CHE-samgonguskjalinum fingu vit so blokkniðurskurð og yvirtøkur aftur á breddan, men beint áðrenn vit skuldu yvirtaka serforsorgina og skerja 117 milliónir av blokkinum, uppfann Jóannes Eidesgaard ta sonevndu lásagøluna, og Javnaðarflokkurin leyp frá. Tá avtornaði høvdu vit trýst Javnaðarflokkin longri, enn baklandið toldi, og flokkurin slapp sær úr samgonguni.
Edmund: Tann ríkisrættarligi spurningurin er eitt yvir hundrað ára gamalt mál, og seinastu øldina hevur pendulið sveiggjað aftur og fram millum samband og loysing. Tá Føroyar fóru á húsagang fyrst í nítiárunum og danir bjargaðu okkum við at pumpa tríggjar milliardir inn í føroyska bankakervið, sveiggjaði pendulið aftur ímóti loysingini, tí danir fingu skuldina fyri kreppuna, hóast øll í dag vita, at føroyingar høvdu alla ábyrgdina. Meðan eg var løgmaður frá 1994 til 1998, fluttu vit samfelagið frá einum undirskoti á eina hálva milliard til eitt yvirskot á eina hálva milliard. Frá 1998 setti fullveldissamgongan skipaða loysing ovast á breddan, men tað bar ikki á mál hjá teimum, og nú hevur sambandshugsjónin aftur undanvind.
Hví tað?
Edmund: Tí at fólk síggja, at loysingarmodellið ikki er haldgott og søkja heldur tann tryggleikan, sum sambandið stendur fyri. Tann íslendska fyrimyndin hjá loysingarvonginum er horvin, nú Ísland er vorðið eitt ørmundarhús, sum má hava hjálp frá IMF fyri at yvirliva. At føroysku bankarnir fingu lut í bankapakka I og II hjá donsku stjórnini vísir eisini, hvussu týdningarmikið tað er at vera partur av einum størri bankakervi, so íslendska marran ikki endurtekur seg í Føroyum. Eftir kreppuna í nítiárunum mistu nógvir føroyingar álitið á danska bankakervið, men nú hendir tað øvugta. Nú eru donsku bankapakkarnir sjálv bjargingin.
Høgni: Um nakar hevur førkað sveiggið ímóti sambandshugsjónini, so eru tað ABC-flokkarnir sjálvir. Vit rindaðu sjálvi fyri alla kreppuna, men kortini byggir sambandið framvegis á ta følsku myndina, at onnur bjargaðu okkum úr trupulleikunum. Fullveldislandsstýrið spardi tríggjar milliardir upp og rindaði alla skuldina frá 1998 til 2004, sum var á sjey milliardum, tá vit tóku við. Landið fekk 1,6 milliardir fyri Føroya Banka, og vit høvdu sum heild ein sterkan búskap, sum er orsøkin til, at vit ikki eru farin á heysin í dag. Orsøkin til ringu støðuna nú er ein ábyrgdarleysur fíggjarpolitikkur síðani 2004. ABC-flokkarnir hava uppbrúkt uppsparingina og givið skattalættar, sum hava kostað landskassanum einar 400 milliónir, og sum ovurhitaði ein alt ov heitan búskap.
Edmund: Nei nei, í dag rinda vit rokningina fyri ein ábyrgdarleysan loysingarpolitikk. Fullveldissamgongan framdi yvirtøkur og skerdi blokkin fyri knappar 400 milliónir í reinum fruminntøkum til landskassan, og samstundis hækkaðu rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini við 200 milliónum um árið. Tað skapti eitt gap, sum vit enn stríðast við, hóast eg viðurkenni, at ABC-samgongan ikki hevur verið nóg stinn at tálma útreiðslunum. Í dag kunnu vit prísa okkum lukkulig fyri, at CHE-samgongan ikki skar blokkin við 117 milliónum, og ikki minst at hon ikki yvirtók fíggjarkervið, tí so høvdu vit ikki fingið lut í bankapakkunum, og so høvdu vit endað sum íslendingar.
Høgni: Viðvíkjandi fíggjarkervinum, so hevur Tjóðveldi ongantíð ætlað sær egið gjaldoyra. Eitt føroyskt fíggjareftirlit snýr seg einans um at fáa lóggávuábyrgdina heim til Føroya, samstundis sum fíggjarkervið sjálvandi skal vera partur av eini størri eind við eksternum eftirliti. Tjóðveldi hevur støðugt ávarað ímóti íslendska fíggjarpolitikkinum seinnu árini. Og hvussu hevur danska fíggjareftirlitið tað í dag? Hvussu klárar danska bankakervið seg? Vánaligt! 40 danskir bankar eru farnir á heysin. Er tað nøkur trygd? Og viðvíkjandi tíðarskeiðinum frá 1998 til 2004, so er tað rætt, at útreiðslurnar hækkaðu, men Edmund gloymir, at vit arvaðu eina milliardaskuld, sum vit rindaðu aftur.
Edmund: Tit komu til eitt sanerað samfelag í 1998...
Høgni: Eitt sanerað samfelag? Almennu Føroyar skyldaðu sjey milliardir!
Edmund: Ja, men samfelagið var so væl fyri. Landskassin hevði 500 milliónir í yvirskoti í 1998, og tað bara vaks...
Høgni: Ja, og vit spardu eisini tríggjar milliardir upp, sum ABC-flokkarnir nú hava oyðslað burtur.
Edmund: Tann uppsparingin hevði verið nógv størri, um tit ikki skóru blokkin í vitloysi.
Høgni, Tjóðveldi hevur meldað út, at blokkurin á 615 milliónir skal vera burtur í 2014. Hvussu ólukkan skal hetta bera til, tá undirskotið á fíggjarlógini helst fer at tátta í milliardina?
Høgni: Orsøkin til stóru búskaparligu sveiggini er, at vit liva í eini politiskari skipan við einum blokki, sum flytur ábyrgdina frá okkum sjálvum og til onkran annan. Í staðin fyri at halda fram við positivu gongdini frá 2004, so hava ABC-flokkarnir ført okkum út í eitt undirskot uppá eina milliard seinastu fimm árini.
Og ein global fíggjarkreppa!
Høgni: Ja, og hvat hevur skapt fíggjarkreppuna? Ein neoliberal hugsjón, har pengar verða sprændir inn í skipanina uttan reelt virði aftanfyri. Og tað er júst tað sama við blokkinum. Vit byggja eitt samfelag við pengum uttan nakað virðisskapandi virksemi aftanfyri.
Men blokkurin kann ikki samanberast við tær mekanismur, sum hava koyrt heimin á heysin. Blokkurin er ein stabil inntøka hjá landskassanum, sum eingin fer á húsagang av.
Høgni: Hvør er munurin? Hvussu nógv hava Føroyar ikki rindað aftur í skuld, tá vit eru farin á heysin orsakað av eini skipan, sum framleiðir ábyrgdarloysi?
Edmund: Nei nei, vit rinda einki aftur av blokkinum, heldur ikki rentur. Hetta eru reinar undanførslur hjá Høgna. Blokkurin eru pengar sum allir aðrir avlopspengar. Støddin á blokkinum eru skyldur, sum enn liggja í Danmark, tí málsøkir ikki eru yvirtikin, sum tilsamans kosta 615,5 milliónir. Hesir pengar eru hvørki verri ella betri enn allir aðrir pengar, og eg skilji ikki, hví blokkurin er vorðin rótin til alt ilt. Vit hava alla tíðina sagt, at blokkniðurskurðurin kemur okkum aftur um brekku, og nú skulu vit rinda prísin.
Edmund, tú vilt tiðna blokkin aftur, so upphæddin á 615 milliónir fylgir prísvøkstrinum. Samstundis hevur tú verið við til at geva skattalættar, sum hava kostað landskassanum hundraðtals milliónir. Hví skal føroysk vælferð fíggjast við donskum pengum, tá vit hava ráð til ein skattalætta fyri meðal- og yvirstættina í Føroyum?
Edmund: Blokkurin eigur at vera ein prístalsviðgjørd upphædd fyri málsøkir, sum danir enn umsita í Føroyum. Blokkniðurskurðurin á 366 milliónir var ein skipað yvirtøka, sum ikki kann broytast, men fastfrystingin var eitt politisk inntriv, sum saktans kann broytast, tí danir eiga at gjalda meiri, enn teir gera nú. So spyrt tú um skattalættan. Vit hava eitt av heimsins hægstu skattatrýstum, og vit eru í vinnuligari kapping við londini kring okkum, sum øll hava eitt lægri skattatrýst. Tí lækkaðu vit skattin í 2004. Men eg viðurkenni, at seinastu tvey árini av valskeiðinum frá 2004 til 2008 skuldu vit havt strikað skattalættan.
Ert tú so samdur við teimum, sum kritiseraðu skattalættan fyri at hita ein búskap, sum frammanundan var nóg heitur, m.a. Búskaparráðið?
Edmund: Ja. Altso, tað var rætt at føra ein ekspansivan búskaparpolitikk í 2004, men vit skuldu havt steðgað í 2006. Tað var eitt mistak at veita skattalættar tvey tey seinastu árini av valskeiðinum.
Høgni: Umframt at skapa sosiala ójavnvág, so sprændi skattalættin pengar inn í ein glóðheitan búskap. Vit tóku pengar úr renslinum við at skerja blokkin, men ABC-flokkarnir hava pumpað 400 milliónir innaftur við skattalættum. Kostnaðarstøðið reyk upp. Útlendska arbeiðsmegin steðgaði. Og tað er eingin disiplin í fíggjarstýringini mótvegis tíðini, tá Edmund var løgmaður í nítiárunum. Taka vit skattalættan pluss tað, sum Hans Pauli Strøm hevur yvirtrekt ólógliga, so hava vit hallið í dag. At skylda uppá blokkniðurskurðin er tað reina slendrian. Og so vil eg spyrja Edmund ein spurning: Um danskir pengar eru so fantastiskir, hví fer man so ikki til Danmarkar at biðja um eina, tvær, tríggjar ella fýra milliardir? Hvat forðar tykkum í tí?
Edmund: Tað er tað reina møsn at spyrja soleiðis. Blokkurin er ein skipan, har danir rinda fyri nakrar uppgávur í Føroyum, sum enn ikki eru yvirtiknar. Um hendan upphæddin varð prístalsviðgjørd, so høvdu vit fingið 125 milliónir afturat, sum vit hava rætt til. Samfelagið fór á húsagang við fullum blokki, og vit komu á føtur aftur við fullum blokki. Vit kláraðu at halda eina konstanta fíggjarlóg frá 1994 til 1998 og skaptu eitt yvirskot á 500 milliónir, so Høgni og kompaní kundu halda fram. Høgni, er tað partú neyðugt at vera fátækur fyri at føra ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk?
Høgni: Nei, men hvat skapar ein tryggan búskap? Tað er tað, sum vit skapa sjálvi. Allir flokkar siga seg ganga inn fyri einum sjálvberandi búskapi, men um vit ikki fastfrystu blokkin, so hevði hann verið 1,4 milliardir í dag. Hevði tað verið ein sjálvberandi búskapur? Um vit fingu alt fíggjað, hvørja ferð vit vóru í kreppu, hvar hevði samfelagið so verið? Hevði nakað verið broytt í føroyskum politikki? Í okkara fiskivinnu, úflutningsvinnu, útbúgvingarøki o.s.fr.? Okkara politiska prosjekt snýr seg einans um, at vit gerast myndug og taka ábyrgd. Um man ikki tekur undir við hesum, so skal man bara melda greitt út, at vit vilja liva av donskum pengum fyri altíð og hava Hetland sum fyrimynd.
Edmund: Allir føroyingar ynskja ein sjálvberandi búskap, men tað kann ikki gerast við loysing og við kvetting. Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst. At frysta blokkin er at forbróta seg ímóti skipanini. Vit hava hvørt oyra fyri neyðini, nú undirskotið táttar í milliardina.
Høgni: Tað ábyrgdarleysa er at trútta niður í fólk, at vit ikki klára okkum, um vit ikki fáa meiri pengar úr Danmark, tá man sjálvur hevur ført landið í kreppu. Hvør fokuserar mest uppá blokkin? Eru tað vit, sum vilja klára okkum uttan, ella tit, sum dag út og dag inn siga, at orsøkin til núverandi støðuna er, at vit ikki fáa hægri blokkstuðul? Hesin hugburðurin oyðileggur alt áræði og alla vón í Føroyum.
Edmund: Tað eru vit, sum skapa ta størstu vónina, tí tað eru vit, sum hugsa um vælferðina og um at gera Føroyar so ríkar sum møguligt. So einfalt er tað.
Høgni: Tit skapa bara ræðumyndir, tí hjá tykkum er loysnin ikki í Føroyum, men í Danmark. Tykkara boðskapur er grundleggjandi, at vit klára okkum ikki sjálvi, og tí mugu onnur orna tingini fyri okkum.
Til seinast tit báðir, hvørja framtíð hevur ríkisfelagsskapurin?
Høgni: Partapolitiskt er ríkisrættarligi spurningurin parkeraður, men í longdini eri eg bjartskygdur, tí vit eru komin til “a point of no return”. Sjálvt Sambandsflokkurin bakkar heldur ikki aftur í tíðina, tá nýggj stig eru tikin á sjálvstýrisleið. Teir fýra flokkarnir, sum siga seg ynskja einar sjálvstøðugar Føroyar (Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, blðm.) hava yvir 60 prosent av atkvøðunum, so sjálvstýrisrørslan veksur støðugt. Trupulleikin er sjálvandi, at Fólkaflokkurin situr á tveimum hestum og var enntá við til at samtykkja tvær lógir, sum bara avmarkaðu okkara nationala sjálvræði (yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina, samtyktar í 2005, blðm.).
Edmund: Ríkisfelagsskapurin hevur eina bjarta framtíð. Eftir at fullveldislandsstýrið gav upp í 2004, hevur ABC-samgongan dagført heimastýrislógina við yvirtøkulógini og heimildarlógini, sum var ein søgulig nýskipan við stórum meiriluta í tinginum. Moderniseringin var ein víðkan av heimastýrislógini, og øll ábyrgdin liggur nú í løgtinginum. Slíkar nýskipanir verða ikki framdar á hvørjum degi, og tí má loysingin hjá Tjóðveldi bíða, inntil flokkurin fær einsamallan meiriluta á tingi.










