Høgni vil vita, hvussu PET virkar í Føroyum

Vit vita ikki hvussu PET virkar í Føroyum, og hvørjar heimildir tey hava her, tí mugu vit fylgja væl við, at heimildirnar ikki verða enn meira víðkaðar, uttan at vit vita av tí, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal fólkatingslimur fyri tjóðveldisflokkin ætlar sær at fylgja væl við í orðaskiftinum um anti-terrorpakkan hjá donsku stjórnini, tí hóast, tað møguliga fer at standa í lógini, at henda lóg ikki er galdandi fyri Føroyar og Grønland, er ikki víst, at hetta er so, segði Høgni Hoydal við Portalin leygakvøldið.
 
Anti-terrorpakkin er 49 uppskot, um hvussu virkast kann ímóti yvirgangi í Danmark. Í stóran mun snýr tað seg um víðkaðar heimildir til fregnartænastuna PET. Høgni Hoydal heldur, at trupulleikar kunnu standast av hesum, tí fregnartænastan virkar lutvíst eftir lógini, men eisini í stóran mun eftir beinleiðis boðum.
 
Nú í fleiri ár er leikluturin hjá PET undir kalda krígnum kannaður, og vit í Norðuratlantsbólkinum fingu kanning av virkseminum hjá PET í Føroyum við í kanningina. Vit vita, at PET hevur virkað í Føroyum og hevur m.a. eygleitt politiskar bólkar. Enn er kanningin ikki liðug, og hóast vit hava spurt eftir úrslitum fleiri ferðir, fæst einki svar. Vit vita satt at siga ikki, hvussu fregnartænastan virkar í Føroyum. Tí vita vit heldur ikki, um PET við hesum fær enn fleiri heimildir í Føroyum., sigur Høgni Hoydal.
 
Hann er tó sannførdur um, at orsøkin til, at stjórnin leggur hesi 49 uppskot fram á tíðindafundi nú, er fyri at vísa, at hon hevur handlikraft. Nakrir ungir menn eru tiknir, tí illgruni er um, at teir ætla at fremja yvirgang. Tí skal stjórnin senda eitt signal til miðlarnar og seta hart móti hørum. Hann heldur, at hetta ber brá av at vera ein yvirreaktión, og tað er ivasamt hvussu nógv av teimum 49 uppskotunum verða til lóggavu, tá alt kemur til stykkis.
 
Høgni Hoydal sigur, at man noyðist at hava í huga, at rættartrygdin er til fyri at verja tey óskyldugu, og hon er sera týdningarmikil. Rættartrygdin tryggjar, at løgreglan ikki sleppir at yvirreagera, dómsvaldið er við sum ein eykað trygd. Høgni Hoydal nevnir hendingina har ein óskyldigur brasiliumaður varð skotin av løgregluni í London, sum eitt dømið um, hvussu galið tað kann ganga, tá man yvirreagerar. Løgreglan helt hann vera ein yvirgangsmann, og ein óskyldigur maður lat lív.
 
Høgni Hoydal sigur, at hetta er eitt so prinsipielt og globalt mál, at hann væntandi fer at luttaka í orðaskiftinum. Men hann veit enn ikki, um hann fer at atkvøða. Um málið bert er innanhýsis danskt, so atkvøður hann ikki. Men her kann verða talan um eitt prinsipielt mál, sum hevur globalan ella føroyskan týdning, um so er, væntar hann, at hann atkvøður.