Torbjørn Jacobsen er ikki longur inni í hitanum hjá Tjóðveldisflokkinum, men hann er framvegis til reiðar at stilla upp fyri flokkin á Fólkatingsvalinum í februar. Og sleppur hann ikki á listan, hevur hann eisini nevnt møguleikan at stilla upp á egnum lista.
Torbjørn Jacobsen var næstfremstur á Tjóðveldislistanum á seinasta fólkatingsvalinum. Hann fekk 870 atkvøður og hevur sitið í Fólkatinginum sum eykamaður hjá Høgna Hoydal.
Nú er vátt komið í reiðrið teirra millum, og seinastu mánaðirnir hava verið merktir av ósemjuni millum formanninum í Tjóðveldisflokkinum og ein av størstu profilunum í flokkinum.
Hetta endaði við, at eykafloksting hjá Tjóðveldisflokkinum beint fyri jól heitti á tingmanningina um at koyra Torbjørn Jacobsen úr tingbólkinum.
Nýggj støða skal takast
Nú skal eitt nýtt eykafloksting taka støðu til, hvussu listin hjá Tjóðveldisflokkinum til fólkatingsvalið skal síggja út, og her verður størsti spenningurin um Torbjørn Jacobsen.
? Eykaflokstingið skal gera av, hvør kemur á listan, og tí vil eg einki meira siga um tað, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
Kanst tú sum formaður í flokkinum ikki siga, hvørt Torbjørn Jacobsen skal stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin ella ikki?
? Eg tími ikki at snakka meira um Torbjørn Jacobsen. Hetta er ein avgerð hjá eykaflokstinginum.
Eykafloksting verður í Tjóðveldisflokkinum fyrsta dagin.