Í greinini fílist Høgni millum annað á, at landsstýriskvinnan í almannamálum sleppur í fjølmiðlunum at geva blokkniðurskurðinum skyldina fyri sínar avgerðir á eldraøkinum.
Eg má spyrja: Hevur Høgni ikki sjálvur sagt, at blokkniðurskurðurin og fastfrystingin kosta 800 mió. krónum um árið (umleið tað sama sum undirskotið á fíggjarlógini)? Hvussu kann hann so pástanda, at neyðugu sparitiltøkini, fyri at venda undirskotinum, einki hava við blokkniðurskurðin at gera?
Hann vísir eisini á, at andstøðan hevur havt alternativar loysnir, fyri at venda skeivu gongdini. Jú, tað kann gott vera, men Tjóðveldi hevur sanniliga eisini havt uppskot um at seta enn meira ferð á tað, sum hann sjálvur kallar ”niðurbræðingina”. Bara í fjør skuldu 117 mió. krónur afturat takast av inntøkum landskassans, stóð tað til Høgna og Tjóðveldi. Fyri 117 mió. kunnu vit fáa sera nógv røktarheimspláss, men hesir pengarnir skuldu bara tveitast burtur, meðan bíðilistarnir hjá teimum gomlu gjørdust longri og longri.
Andstøðan var við í fíggjarkarmunum
Mitt í øllum sápuskúminum frá hesum stórvaskinum, koma nøkur smá ósannindini, sum lesarin helst ikki skal leggja merki til. Millum, annað skrivar hann, at fíggjarkarmarnir vórðu samtyktir, ”hóast tað var væl og virðiliga víst á frammanundan, at tiltøk landsstýrisins fóru bert at raka veikastu samfelagsbólkarnar og eldrarøktina.”
Legg til merkis at Høgni vísir til ”tiltøk landsstýrisins”. Hann roynir við hesum at villleiða lesaran, soleiðis at hann ikki leggur til merkis, at tað var ein samd fíggjarnevnd (íroknað umboðini hjá Tjóðveldi), sum mælti til at samtykkja fíggjarkarmarnar. Harafturat atkvøddu øll andstøðufólkini, sum vóru í tingsalinum, fyri uppskotinum. - Men tað ljóðar sjálvandi betur at kalla tað fyri ”tiltøk landsstýrisins”.
Og hvat var tað, sum so væl og virðiliga var víst á frammanundan? Hvat segði til dømis Hvítabók (amboðskassin hjá Høgna) um almenna sektorin? Var tað ikki okkurt við, at búskaparvøksturin tey næstu 15 - 20 árini, mátti ikki brúkast til at vaksa- men heldur minka um almenna sektorin, fyri at fáa ein sjálvberandi búskap?
Síðani Hvítabók kom út, eru almennu rakstrarútreiðslurnar vaksnar eina slaka milliard, og nú royna 28 tingfólk, við einum rakstrarkarmi, at fáa vent hesi gongdini. Er hetta ikki júst uppskriftin úr amboðskassanum hjá Høgna, sum nú rakar veikastu samfelagsbólkarnar og eldrarøktina? Men tíbetur kom Høgni ikki á mál við sínum fullveldisdreymum, og tí verða avleiðingarnar hóast alt ikki so ógvusligar, sum tær annars høvdu verið, um øll fullveldisætlanin varð gjøgnumførd.
Eitt er at vaska hendur – nakað heilt annað er at hvørva, allur sum man er, í sápuskúmi.
???sitat?Eitt er at vaska hendur – nakað heilt annað er at hvørva, allur sum man er, í sápuskúmi.










