Í gjárkvøldið løgdu bestu telvararnir til brots í FM kappingini fyri einstaklingar.
Fýra telvarar luttaka í landsliðsbólkinum. Fram til páskaaftan telva teir tvær ferðir allir ímóti øllum – aðru ferðina við hvíta fólkinum og aðru ferðina við svarta fólkinum.
Í gjárkvøldið vann IM John Rødgaard við svarta fólkinum ímóti Martini Poulsen. Styrkistalið hjá John Rødgaard er 2335, og tað hjá Martini er 2222.
Hitt talvið – tað millum Høgna Egilstoft Nielsen, sum sat við hvíta fólkinum, og GM Helga Dam Ziska – endaði remis. Helgi eigur nógv hægsta styrkistalið millum føroysku telvararnar, 2553. Styrkistalið hjá Høgna er 2307.
Annað umfar verður klokkan 17 ídag:
IM John Rødgaard – GM Helgi Dam Ziska
Martin Poulsen – Høgni Egilstoft Nielsen
Í fyrsta bólki er Rógvi Mortensen fremstur eftir trý umfør. Hann hevur 2 ½ stig. Næstir honum eru Horatiu-Cristian Filip og Jóannes Vitalis Hansen við tveimum stigum.
Í unglingabólkinum hevur Ragnar Weihe fulla úrtøku eftir trý umfør. Næstur honum er Luitjen Akselsson Apol, sum hevur 2 ½ stig.
Tað er í Løkshøll í Runavík, at FM í talvi fyri einstaklingar verður hildið.
Kappingin er almenn, og í dag ber til at fylgja við frá klokkan 17.