Løgmaður er framvegis í øðini inn á Tjóðveldisflokkin. Orøskin er brævið, sum týsdagin fór út til fjølmiðlarnar við hørðum atfinningum móti Fólkaflokkinum.
Anfinn Kallsberg hevur ikki tosað við Høgna Hoydal síðani brævið fór út, men í dag, fríggjadagin, ætlar hann at geva formanni Tjóðveldisfloksins fundarboð til ein álvarsaman fund um samgongusamstarvið.
Undir fýra eygum
Høgni Hoydal hevur verið burturstaddur seinastu dagarnar. Og orsakað av, at løgmaður hevur ynskt at tosa við hann undir fýra eygum, hevði enn einki samband verið teirra millum, tá Sosialurin tosaði við løgmann fyrrapartin í gjár.
Høgni Hoydal kom aftur til landið seinnapartin mikudagin. Men orsakað av, at løgmaður var nógv upptikin uttan fyri høvuðsstaðin í gjár, fingu teir ikki høvi at tosa saman um samgongustríðið hósdagin.
Løgmaður segði við Sosialin í gjár, at hann ætlar sær at fáa at vita frá Høgna Hoydal, um hann ætlar sær at halda samgonguskjalið ella ikki. Fólkaflokkurin sigur seg nevniliga vilja hava samgonguna at arbeiða við øðrum málum í samgonguskjalinum, enn bert fullveldismálinum, sum stendur á síðu 1.
Slitnar ikki
Hóast løgmaður er ógvuliga argur inn á brævið frá Tjóðveldisflokkinum og kemur við bersøgnum útsagnum í fjølmiðlunum, er ikki væntandi, at samgongan fer at slitna. Í hørðum aftursvari til brævið frá Tjóðveldisflokkinum, skrivar Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins, at flokkur hansara fer at halda fast um hesa samgonguna í minsta lagi til 30. apríl 2002.
Løgmaður segði tó við Sosialin í gjár, at hann fer at krevja at fáa at vita frá Høgna Hoydal, um hann er sinnaður at halda fram við samgongusamstarvinum við samgonguskjalinum sum grundarlag, ella um hann ætlar at halda fram bert fyri at markera seg í fjølmiðlunum.
? Ætlar Høgni bara at markera seg í fjølmiðlunum, verður ikki neyðugt at fundast á nátt, fyri at bjarga samgonguni, eins og fyri einum mánað síðani, segði løgmaður.
Høgni Hoydal hevur sagt, at brævið til Fólkaflokkin bert var ein vinarlig áheitan.
Brævið var hvassorðað. Men tað er ikki vist, at ætlanin var, at tað skuldi koma út til fjølmiðlarnar og skapa slíkt rok, sum tað gjørdi. Tað var landsstýrismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, ið sendi brævið út. Hesin er kendur fyri at vera ógvuliga bráðlyntur, og tí kann tað vera, at hann hevur sent brævið út í eini skjótari vend uttan at hava ráðført seg við flokkin fyrst.
Men hóast andstøðan helst heldur ikki hesaferð sleppur at frøast um, at samgongan slitnar, kann hon kortini fegnast um, at áhaldandi samgonguorrusturnar skapa vánligt stev í samgonguni og einki álit millum landsins leiðslu og landsins borgarar.