Høgni og Pieta vunnu

Høgni Madsen hevur vunnið sín fyrsta dyst við nýggja felagnum, Pieta Hotspurs FC

Teir vunnu um vikuskiftið 4-0 á Mqabba. Sigini koma væl í stríðum um uppflyting í bestu deildina, eftir ósigurin farna vikuskiftið.
Tá spældi Høgni í miðverjuni, men hesa slapp hann eisini at royna seg á miðvøllinum, sum er hansara vanliga pláss á vøllinum.
– Eg spældi seinasta hálva tíman á miðvøllinum. Venjarin var væl nøgd­ur við avrikið, og væntandi verður tað har frammi eg komi at spæla í framtíðini. Tað passar eisini mær betri enn i miðverjuni, sigur Høgni Madsen.
Dysturin var spældur seint seinna­partin leygardagin, so tað var ikki so heitt sum seinast. Høgni hevði ein stútara, sum var bjargaður á strikuni, men letur annars væl at úrs­litinum og at sleppa at royna seg á mið­vøllinum.
– Eg var bara nøgdur við, at sleppa at spæla á miðjuni har eg kenni meg meira heima, sigur Høgni.
Pieta Hotspurs FC liggur á fjórða plássi við 14 stigum. Lija liggur fremst við 17 stigum.