Høgni Mikkelsen sinnaður at kæra

Fær Høgni Mikkelsen, byggiharri, ikki viðhald í 12 millióna endurgjaldskravinum móti HMP-Consult, er hann sinnaður at kæra dómin

Høgni Mikkelsen, byggiharri, fær ikki ikki viðhald í endurgjaldskravinum móti HMP-Consult, fyri vánaliga byggitekniska ráðgeving til byggiprojekt, ið endaði við at kosta byggiharranum 12 milliónur krónir.

Tað gav dómarin í Føroya rætti boð um, í eini sonevndari ?tilkendegivelse?, ið er eitt slag av fráboðan um, hvussu endaligi dómurin kemur at ljóða, tá hann fellur í august.

Men longu nú brynja Høgni Mikkelsen og sakførari hansara, Bjørn á Heygum, seg til at kæra væntaða dómin. Hvørgin av teimum skilur nevniliga, hvussu dómarin kundi koma til sína niðurstøðu.

- Eg vil í øllum førum hava staðfest, hvør hevur ábyrgdina av, at feilur var í tekningunum, vit fingu frá HMP-Consult, sigur Høgni Mikkelsen, sum nú fer at ráðføra seg við sín sakførara, Bjørn á Heygum, um hvussu hann kann fara víðari við málinum.

Sum Bjørn á Heygum skilur fráboðanina, hevur dómarin ikki tikið spurningin um medábyrgd við í sínum grundgevingum.

- Tað er rætt, at HMP-Consult ikki eiga ella hava gjørt tekningarnar. Men teir hava latið tær víðari til byggiharran og rátt honum til at brúka tær.Og tað má alt annað líka merkja, at teir hava medábyrgd av teimum skaðum, sum stóðust av teimum, sigur Bjørn á Heygum.