Høgni Mikkelsen gjørt 100 hús

Í dag, leygardagin, fer Høgni Mikkelsen at reisa hús nr. 100, sum hann hevur staðið fyri. Tað gongur skjótt fyri seg, tí longu nú eru 41 hús umbiðin afturat

 

Hús nr. 100 hjá Høgna Mikkelsen standa á Løgmannabreyt, har eini 50 onnur hús hjá byggiharranum standa frammanundan. Hátíðarhald verður í sambandi við, at húsini verða reist leygarmorgunin klokkan 10.

Høgni Mikkelsen hevur fingist við húsabygging síðan 1981, tá hann fór undir at byggja tvíhús. Í 1989 fór hann so undir at byggja randarhús. Í árunum frá 1981 til 1992 bygdi Høgni 46 hús, men so steðgaði alt upp.

Ikki fyrr enn í 1998 kom gongd á aftur, og hann hevur saman við sínum arbeiðsmonnum bygt 54 hús seinastu trý árini. Hetta eru eini 18 hús um árið. Øll eru seld, og 41 hús eru umbiðin afturat.

? Eg havi altíð havt ein dreym um at náa at gera 100 hús, men undir kreppuni væntaði eg ikki, at eg fór at klára tað, sigur Høgni Mikkelsen.

Hann vísir á, at íbúðartrupulleikin í Havnini er stórur, og tað er grundarlagið undir hansara mongu húsum.

? Eg fái eini tríggjar uppringingar um dagin frá fólki, ið fegin vilja hava eini hús.

Høgni hevur fleiri byggiætlanir fyri framman. Fyri trimum árum síðani keypti Høgni Mikkelsen eitt øki Uti við Strond við Boðanes. Har hevur hann ætlanir um at byggja enn fleiri hús, so kanska hann klárar at gera 200.

Høgni hevur 13 mans í arbeiði, men fleiri teirra eru ofta í skúla, og tí eru ikki fleiri enn átta til arbeiðis í senn. Høgni hevur lagt seg eftir at gera lítil og bílig hús, og eftirspurningurin er stórur.