Høgni Mikkelsen 60 ár

Mánadagin 1. mars fyllir Høgni Mikkelsen í Havn 60 ár.

Høgni er havnarmaður, sonur Sofie Dorthe Bendix, vanliga nevnd Bente, og Einar Mikkelsen el-installatør í Tróndargøtu.


Eftir lokna skúlagongd fór Høgni í læru sum elektrikari í fyritøkuni hjá pápanum í 1964. Tá hann varð útlærdur í 1969, fór hann á el-innleggjaraskúla í Keypmannahavn og fekk prógv í 1973. Síðan hevur hann arbeitt í fyritøkuni.


Eins og pápin hevur Høgni eisini stóran áhuga fyri handverkarayrkinum og serliga el-fakinum. Hann var eitt langt tíðarskeið nevndarlimur og formaður í Havnar Handverksmeistarafelag, umframt at hann hevur sitið í stýrinum fyri Tekniska Skúla og Føroya Handverksmeistarafelag. Høgni var eisini sýnsmaður ella sonevndur skuemeistari hjá elektrikaralærlingum frá 1981-2009. Hann var forseti í Lions Tórshavn 1998/99 og økisformaður frá 2000 til 2002.


Høgni giftist í 1977 við Sonju, dóttir Jeanne og Holger Jensen í Havn. Tey bygdu sær hús í Gæsugøtu í Havn og eiga børnini Bárður og Durita, umframt ommu- og abbadóttrina Maju.


Síðan 1980 hava Sonja og Høgni rikið el-fyritøkuna P/F EinarMikkelsen saman. Høgni hevur verið nógv at sæð á Vága Floghavn. Hetta kemst av, at fyritøkan í mong ár hevur havt ymiskar uppgávur har sum t.d. el-arbeiðið í sambandi við nýggja ljósskipan og aðrar trygdarskipanir tá ið lendingarbreytin bleiv nútímansgjørd síðst í 70-unum, umframt at fyritøkan hevur tikið sær av ymiskum trygdarskipanum á flogvøllinum. Annars hevur fyritøkan gjørt eitt ótal av el-innleggingum í virkjum og sethúsum, bæði í Havn og á bygd.


Í nógv ár hevur Høgni verið við í dansifelagnum Dansifrøi. Í løtuni er hann er formaður í bygginevndini í sambandi við at nýggj felagshús hjá Dansifrøi verða bygd í Gundadali. Felagshúsið verður eftir ætlan liðugt í summar, og tá verður 60 ára føðingardagurin hjá Høgna hildin har.


- red