Høgni Lisberg á Biograf tourne

Høgni Lisberg og Nordisk Film Biografer A/S samstarv í mars um ein konsertferð kring Danmark. Í seinnu helvt av mars fer Høgni Lisberg á konsertferð í donskum filmshølum. Konsertferðin verður í samstarvi við Nordisk Film Biografer A/S og talan verður m.a. um kvøld konserterir í Metropol-biografunum í Keypmannahavn og Biocity-biografunum í Århus og Odense.

Lars Møller, frá Nordisk Film Biografer A/S, sigur um konserferðina:

- Vit hava lagt til merkis, at filmshølini eru sera væl egnaði til konsertir. Man situr ótrúliga væl í setrunum og hetta er gott høvi, at fáa tónleikin settan í fokus. Eisini dámar tónleikarunum sera væl at spæla í filmshølunum.

Nordisk Film hevur áður skipað fyri konsertum við Blue Foundation og Danmarks Radio Big Band, men Høgni er tann fyrsti artisturin, ið fer á eina tílíka konsertferð.

Sølan av atgongumerkjum er byrja og fáast á www.biobooking.dk ella á telefon 70 13 12 11 mellem kl. 9.30 og 21.30. 400 áskoðarar sleppa inn til hvørja konsert. Við í atgongumerkinum á 75 kroner er ein øl sum verður servera ein hálvan tíma áðrenn konsertin byrjar.

Konsertirnar verða:

27. mars: Metropol í Keypmannahavn

28. mars: BioCity í Odense

29. mars: Biocity í Århus

Konsertirnar eru frá kl. 19-20.15